Skip to main content

Undirhaldsbyrðan


Tøgn kemur ikki á ting, tað er so vist og satt. Og heldur ikki á prædikustól. Um dagarnar upplivdu vit, at tingsins røðarapallur varð brúktur at niðurgerða átakið hjá Kringvarpinum og Rás2 at spæla føroyskt í eina viku, FMA. Meðan fólk deila á Facebook og grína í skelliláturi, tekur útspilta Kringvarpið tingsins skemt í so stórum álvara, at tað í sjálvum sær verður sett á skrá í morgunsendingini, ið er prime time sum einki annað í allari vikuni. Ein parlamentarisk útsøgn, ið samanber Kringvarpið og Rás2 við einsrættaðar propagandastøðir í einaræðislondum. Also, also, tað er vorðið sum undirhald av tingi til allar veljarar. Um onkur skuldi hildið, at tað bara eru aldrandi tingmenn, ið fáast við grovkornað skemt í almenna rúminum, so fara tey skeiv. Ja, so blóðskeiv. Tí eisini yngra liðið ber okkum javnan skemt, ella í hvussu er orð og talu, sum vit eins og í fyrra førinum so glaðbeint deila á Facebook og grína eftir í skelliláturi. Tað er ungi bíbliutýðarin úr Rituvík, sum í netbornum prædikum við fleiri áhoyrarum enn nakar vígdur prestur ella pastorur í landinum kunnu savna, talar um navnsnevndar og núlivandi oyggjafelagar, sum hann dømir til ævigt fortapilsi eftir heimagjørdum prinsippum. Meðan vit flenna og sláa okkum á lørini, tekur eingin ábyrgd av hesi undirhaldsbyrðu, ið er eitrandi skemti, sum verður varpað út í almenna rúmið. Veit heldur ikki, hvør skuldi steðga einum tílíkum óðum prædikumanni, men ein politikari, sum ikki er uttanflokka, hevur altíð eitt skipað knýti og bakland. Men har er so eiðasørt, at nakar letur við seg koma. Ímeðan kunnu vit grunda yvir og rannsaka í okkara innasta fólkaræðsliga jørðildi, tá umræður undirhald í almenna rúminum, hvat tað er, sum stuðlar upp undir og eggjar til hesa undirhaldsbyrðu, ið er ein ovurhonds trongd, altíð at tosa til innara svínhundin og so bara flenna býtt og siga at tað varð tikið úr samanhanginum. Hvussu leingi skulu vit aldrandi veljarar og lurtarar lata okkum hesa undirhaldsbyrðu lynda? Nei, eg bara spyrji...