Í kvøld kl 20:00 sýnir DR2 amerikanska heimildarfilmin The Unbelievers (USA 2013). Leikstjóri er Gus Holwerda (f.1975), sum er føddur í Florida, har hann umframt at gera film, eisini hevur eitt rockorkestur saman við beiggjanum.
The Unbelievers er skipaður sum ein roadmovie har vit fylgja Richard Dawkins (f.1941), sum er bretskur lívfrøðingur, og Lawrence Krauss (f.1954), sum er amerikanskur alisfrøðingur. Sum poppstjørnur halda teir fyrilestrar og show fyri fullsettum hølum um vísundi og tað skilvísa í dagsins samfelag.
Gjøgnum filmin møta teir fjepparum og mótstøðufólki. Í filminum verða samrøður við stjørnur og kendar persónar sum Stephen Hawking, Ayaan Hirsi Ali, Sam Harris, Cameron Diaz, Woody Allen, Penn Jillette, Ian McEwan og David Silverman.
Eg eri spentur at eygleiða, hvussu amerikanski suðurstatsleikstjórin Holwerda fer at lýsa hesar kendu granskarar í einum nútímans heimildarfilmi. Verður tað eitt freak show? Verður tað eitt vitinskapligt ekkó av óforsónligum dómadagspredikantum úr The Everglades? Ella fer hesin undurfulli fólksligi miðil, endurresti heimildarfilmurin, at flyta mørk og geva innlit í nýggjar sannleikar, ið kunnu tæna mannaættini á higartil ósæddar mátar?
Spyrst, so livst.