Langa fríggjadag klokkan tíggju (hálvgum tólv, red.) og tveir og ein hálvan tíma fram fer Sjónvarpið at sparka reyv, fyri at verða í einum ungdommiligum orðalagi. Tá vísir almannamiðilin Seinasta freisting Krists (Martin Scorsese 1988). Í Kringvarpsskránni verður filmurin lýstur soleiðis:
Amerikanskt drama frá 1988. Jesus, timburmaðurin úr Nasaret, er plágaður av skuldarkenslu, samkenslu við menniskjum og Guds ákallan, og hann roynir at fáa greiðu á, hvat Gud í grundini ætlar við honum. Tá hann er um at verða liðugur við at greiða sína uppgávu, upplivir hann eina seinastu freisting: longsul eftir púra vanligum familjulívi við konu og børnum. Jesus er Willem Dafoe, Judas er Harvey Keitel, Jomfrú Maria er Verna Bloom og Maria Magdalena er Barbara Hershey. Leikstjórn: Martin Scorsese.
Í mínum ungu døgum var eg formaður í Filmsfelagnum. Ein dagin í 1989 ringir okkara góði stuðul, Pauli Olsen, sáli, úr Leikhús Bio. "Her stendur ein filmur, sum Filmseftirlitið hevur bannað. Hava tit hug at vísa hann, innan hann fer aftur til Danmarkar við Skipafelagnum í næstu viku?"
"Jú", svaraði eg uppá standandi fót. "Martin Scorsese er fremsti leikstjóri, filmurin hevur skapt kjak úti í heimi og vit vilja eisini sleppa at síggja hann í Føroyum. Jú, sleppa vit inn, so vísa vit hann sunnudagin klokkan fýra!"
Og so varð. Filmurin varð vístur limum felagsins í Leikhús Bio næsta sunnudag klokkan fýra. Tá tey ógudiligu komu út úr myrkursins sali og gingu tigandi oman eftir gomlu trappuni móti Vertshúsinum, stóðu tvær konur og bóðu fyri okkum. Eitt sterkt minni. Biðjandi kvinnur á devulsins trappu.
Men trúgvið mær. Tað bleiv enn betur. Dagin eftir fingu vit bræv frá Filmseftirlitinum, har sagt varð, at Eftirlitið fylgdi okkum, nú vit fyrst høvdu víst The Last Temptation of Christ, og í komandi vetrarskránni høvdu lýst við Life of Brian (1979) hjá Monty Python.
"Heldur hetta virksemið fram, fer Filmseftirlitið at taka tykkara virksemi upp av nýggjum", varð sagt í embætisbrævinum til formannin í 1989.
Og nú er alt bara minnir
Góðar páskir!