Skip to main content

Pallurin vinnur!


Er tað meir enn? Eg helt, at nú var fyrra helvt av Grand Prixfinaluni liðug og bara endaumfarið, sum verður leygarkvøldið, eftir. Men so varð ikki. - God fest, sigur danski sjónvarpsspikarin eftir eyðkennistónarnar. Nú skulu tíggju sangir veljast. Sjov, róp og skrál, fløgg og málaði andlit, alt samalt í ovfarakæti úr B&W høllini í Keypmannahavn. Byrjað verður við eini Metropolisversjón av Tango Sjalusi hjá Jacob Gade, við labyrint bygnaðinum hjá Per, sum byrjar í býnum, fer eftir vegnum og upp eftir keymannahavnsku húsaveggunum og so beint inn á senuna. Ein stórbær visuell veitsla, sum úr køldum grábláum liti fer í sprettandi grønt og flammandi reytt og lilla við tónunum til Alle går rundt og forelsker sig og so aftur til Tango Sjalousi á norrønari fiól. Fantastiskt! Og so ropa tey trý vertsfólkini Good evening, Europe! Væl uppløgd, tí hetta er sjov, sum byggir á nýggjar tekniskar hæddir, sum ikki eru sæddar í norðurlendskum sjónvarpi áður. Eysturríkska Conchita Wurst, Lallapylsan, er longu ein stílsikkur vinnari, við musikalskum vamp drama millum Shirley Bassey og allar James Bondsangir, vit fyrr hava hoyrt, bara enn dramatiskari. Ein klárur vinnari innan Eurovision karmar. Tó, meðan tey likasælu tónalondini úr Evropa strúka framvið og plagiera Cher fyri 40 árum síðani, steðgi eg við tvey lond, Hvítarussland og Finnland, sum stuðla upp undir mín varhuga av, at eingin annar enn pallurin er vinnarin. Pallurin og tann tøknin, sum har er bygd upp.


Úr Hvítarusslandi syngja Teo og hansara fimu menn Cheesecake, vælupplagdir, sum komu teir beint úr eini nýggjari uppseting av West Side Story. Gjøgnum senutøknina smittar teirra gleði, dancemoves og snøggu klædningar.


Hvítarusslandi á baki eru finsku Soft Engine, sum eru blaðungir dreingir, ið syngja og spæla energirokk í sanginum Something Better. Men senugrafiin og klædningarnir eru hvíti Elvis, sum syngur If I Can Dream í svarta Memphis. Reytt uppá svart við vertikalum spotlights. Aftur er tað pallurin, ið vinnur. Grafisku møguleikarnir eru uttan enda og vælfunderaðu førleikarnir at royna teir tykjast ótømandi. Haldi, at framleiðarin er ein gandakallur. Okkara Per og hansara pallur eru longu vinnarar. Tað er sólarklárt!