Skip to main content

Várið grør og grøðir


So er maisólin komin í Tórsbyrgi. Her skýnir hon á reyðu tulipanblómurnar hjá Jens Peturi í nummar fimm, sum eru avmyndaðar niðan móti málinum á fótbóltsvøllinum, sum er fyri endanum á Fútalág. Úteftir sæst Nólsoyggin í baksýni.


Afturvið middagskaffi og Útvarpssendingini, Rót og Rútmu, eru skuggarnir langir og enn er bøurin ikki blivin heilt grønur.


Men ljósið er so sterkt, at umframt úr erva, tykist tað eisini koma úr myrku moldini í neðra og skína upp millum krúnubløðini.



Eisini á parkeringsplássinum møtast vársins litir, sum hin guli hjá Jón og Augustu, meðan skuggarnir standa hvassir undir middagssólini fyrsta leygardag í mai.


Á reyða trænum hitti eg Gutta, sum í varsólini fortelur um skurðlæknan Bettinu úr týska havnabýnum Cuxhafen. Meðan sólin stavar miskunarleys og fjalir einki, sigur Gutti ósentimentalur frá um Landsjúkarhúsið og góðu skurðlæknarnar, sum har eru. Millum húsini, mitt á bønum fyrsta leygardag í mai.

Og nú er so langt liðið út á árið, at henda køkan kann njótast afturvið sanginum Make the world go away - And get it off my shoulders. Góðan og grøðandi mai, øll somul!