Eying up little girls with bad intent, sungu Jethro Tull fyri hálvari øld síðani og lærdu øll ung í dekadenta kapitalistiska vesturheiminum hesa juridiskt-moralsku vending with bad intent. At hava ilt í hyggju. At vilja ilt, ella í hvussu er ikki nakað gott. At hava svik í huga. Henda fólkaupplýsandi strofa í gamla sanginum, sum aftur hoyrdist frá Ian Anderson í Norðurlandahúsinum í 2005, kom mær til hugs í dag á Vestarubryggju, hagar ambassadørskipið hjá Paul Watson og teimum í Sea Shepherd (SS) hevði leitað sær, tí tey kendu seg hótt millum kaffelattefólk undir Bryggjubakka, sum hevði ilt í huga og vóru hóttandi móti fremmanda skansaklædninginum. Skipið er svart og merkt við deydningahøvdum og djevlakvíslum. Og so eru tey farin at brúka okkara Tjóðskaparmerki til somu grafisku framsetingar. Uttan at siga nakað um bókstavarímið SS, kunnu vit staðfesta at hetta er ikki ein fólkaupplýsandi vinavitjan, ið gongur inn fyri lívlangari læring ella øðrum hevdvunnum fólkaupplýsingarprinsippum. Hetta eru myrkursins fólk, í svørtum skipi, sum nú hava funnið sær eina myrkursins smogu, har vónandi eingin kemur. Tí hetta er óupplýst skotgravakríggj. Hugsa tær, um SS vildi kríggj og eingin møtti?