Skip to main content

Eg fái ilt í Varpið


Eg fái ilt í mítt innara útvarp at lesa orsøkina til at Hans Andor, tekniski leiðarin í fleiri ár, hevur sagt upp. Ilt í mítt innara útvarp, sum byrjaði í 70’unum í ljósabláu húsunum á Bryggjubakka, har sum Búgvi enn skrivar tíðarvilst ókvæmisorð um Niels Juel og strontium. Eftir øllum at døma er leiðslan, síðan lagt varð saman í óðum verkum, eins tíðarvilst og hugsjónarleys, skal eg taka orðini hjá fráfarandi tøknileiðaranum fyri fult, og hví skal eg ikki tað. Sum lurtari, gjaldari og av og á viðmerkjari og medarbeiðari, havi eg havt akkurát somu fatan, sum Hans Andor ber fram á Vágaportalinum í dag:

Undan 2004 var Útvarpið ein stovnur sum norðurlendskir stovnar, millum annað Danmarks Radio, komu at vitja fyri at síggja, hvussu framkomin stovnurin var, men síðani tá er stovnurin endaður í 3. deild, eftir at hava verið í superdeildini, og tað havi eg ongan hug at standa modell til meira, sigur Hans Andor Johannesen við Vágaportalin. - Stovnurin hevur ov lítið av pengum, tólini verða niðurslitin og eingin menning er, og hetta hevur verið so seinastu 2 árini, sigur hann. Hans Andor Johannesen vísur millum annað eisini á, at viðvíkjandi HD, sum flestu lond eru farin yvir til, so er føroyska sjónvarpið eitt ella tvey sjóvarføll aftanfyri á hesum økinum.

Hvussu kann okkara elskaða Útvarp, ið varð rikið mest sum einmansfyritøka í ein mansaldur fyri V4pengar, verða so illa fyri eftir so stuttari tíð við so stórum lógarverki, so nógvum fólki og so nógvum pengum?

- Eg fái næstan huga at bróta inn og gera tað betri, segði ein útvarpsvinmaður í morgun. Og eg eri so púra samdur. Um ikki innbrot og sjálvtekt, so er tíðin í hvussu er komin hartil, at Útvarpið og viðfáningurin Sjónvarpið eiga at missa einkarrættin til almannavarp og at krevja inn kringvarpsgjald í Føroyum. Tað góða, sum einstaklingar síggjast og hoyrast gera, ger ongan mun, tá framdriftin er hildin uppat, nú greitt er, at motorurin er steðgaður.