Havnar Bio er farið undir nýtt tiltak, sum tey úti í heimi rópa movie transit, sum skal gera tað smidligari og ódýrari at fáa hendur á filmi, sum bert fá vilja síggja her og nú á føroyskum filmslørifti.
- Fyritøkurnar Unique í Noregi og Deluxe í Bretlandi hava sett tveir FTP-servarar í Havnar Bio, sum hava fasta linju umvegis Føroya Tele at taka film beint niður í maskinurnar, sum vísa upp á løriftið, sigur Jákup Eli Jacobsen, ið rekur Havnar Bio.
Tær báðar fyritøkurnar uploada filmarnar í bestu góðsku, tá teir eru tøkir at vísa alment eftir avtalu við útleigararnar, ið enn sum áður eru danskir og eiga rættindini til at vísa biograffilm í Føroyum.
- Unique og Deluxe rinda internetgjaldið og gera filmarnar klárar at vísa. Kanska koma seinni veitarar við sum frá líður. Fyrimunurin við nýggju movie transit tøknini er, at vit fyrst og fremst sleppa undan flutningsgjøldum og flutningsarbeði, sum tyngir um raksturin. Men ein annar fyrimunur er eisini, at vit fáa lættari atgongd til filmar, sum kanska bert fá av okkara viðskiftafólkum vilja síggja beint nú. Altso ein betri tænasta bæði til tey mongu og eisini til tey fáu, sigur Jákup Eli Jacobsen úr Havnar Bio.
Millum filmarnar, sum longu eru tiknir niður og lagdir í maskinurnar at vísa við hesi tøkni, eru nýggi Disneyfilmurin Planes: Fire & Rescue, Sin City: A Dame to Kill For og hin danski Kapgang hjá Niels Arden Oplev.