Undir einkisigandi heitinum Summarmogun hoyrdi eg Suna Merkistein í Útvarpinum afturvið skrivstovuarbeiðinum millum klokkan tíggju og ellivu í morgun. Eg mátti skrúva harðari frá at hoyra hesa einføldu einmansljóðmynd, ið byrjaði sum ein turkaður løkur úti á Landavegnum, men vaks seg stóra og rann uppí alt Eiðisvatn og fór um allar byrgingar, út í Bahía Grande, Campecheflógva, gjøgnum Tatarsund og norður í Tjuktahav og heimaftur um DeLongsund og grøvandi gjøgnum Petsjorahav. Og so vóri vit næstan heima. Fantastiskt afturvið arbeiðinum ein gráan seinsummarskrivstovumorgun. Rós, Suni, Rós. Hetta er Rollsroyceradio!
Her er sendingin!
Mynd: Eyðfinn Jensen