Skip to main content

Soria Moria slott


Í dag kom Soria Moria slott innan av havinum og stýrdi millum Stong og Eystnes inn á Skálafjørðin, hin longsta í landinum.

Eitt ævintýr úr okkara egna veruleika er byrjað, men maðurin, ið slær grasið og rakar saman á Hvítanesi, letst eins lítið um vón og seyðurin á bønum. 

Veruliga navnið á ævintýraslottinum er West Hercules, sum Statoil leigar í Norðuratlantshavi. Hetta er ein djúphavs boripallur, sum er smíðaður á Daewoo skipasmiðjuni í Geoje í Suðurkorea í 2008. Flaggið er úr Panama, klassin er Det Norske Veritas, eigari er Seadrill Ltd, har 7.900 fólk eru í starvi, og umsitari er North Atlantic Drilling í Hamilton á Bermuda. 


Dagur og Vika upplýsti í kvøld, at 400-500 fólk fara at verða knýtt at rigginum, meðan hann er á Skálafjørðinum í seks vikur. Rúm er fyri 180 fólkum umborð.


Á Skálafjøðrinum skal MEST skipa fyri at skrúvur og annað verður umvælt, innan riggurin heldur fram til Nýfundlands at bora í 18 mánaðir í Flemish Pass lægdini 500 km í ein landnyrðing úr St. John's, har tríggir fundir hjá Statoil, hin risastóri Bay du Nord, Harpoon og Mizzen, eru.


Formaður í Seadrill, sum varð stovnað í 2005 og m.a. eigur West Hercules, er 70 ára gamli John Frederiksen, sum við 40 milliardum á kistubotninum var ríkasti maður í Noregi, til hann fekk sær kypriotiskt pass og flutti til London. John Frederiksen eigur eisini stóran part í Marine Harvest.


Soria Moria slott er eitt norskt ævintýr um eina unga hetju, ið ferðast móti einum glitrandi slotti í tí fjara, sum Asbjørnsen og Moe hoyrdu og skrivaðu upp, tá teir góvu út Norske folkeeventyr í árunum 1841 til 1844. Í norskum menta- og andslívi hevur søgan við tí vælklingandi heitinum kveikt fólk heilt frá Theodor Kittelsen, sum málaði Soria Moria slott í 1900 til sjónvarpsrøðina Soria Moria, sum bleiv til í árinum 2000. Nú sæst djúptstingandi norska ævintýrið á Skálafjørðinum.