Vegamót á steinløgdum túni
genta í bíligum bili
barnið, sum kom á hana
bundið á setrinum
óttin ljóðleysur
bilurin gamal
Óður granni á næsta horni
skammfukað kona lurtar
bussurin ikki eftir klokkuni
Glaður lærari hvíttar
tú skuldi sungið
í ólavsøkukóri
Móður ulpumaður
sjaggar sum í gjár
ellin kemur ikki einsamøll
Alt er sum tað eigur at vera
ein mánamorgun
til arbeiðis
Men ikki verða tey verandi,
óttin, øðin, gleðin og ellin.
Tí størsta av teimum farandi
er unggentuóttin
Myndin er úr filminum 'Jeg er din' (Iram Haq, Noreg 2013)