Skip to main content

Ekstrablaðið í nýpressaðum buksum


Ein av mest siteraðu miðlum í morgunsendingini í Útvarpinum, Ekstrablaðið, hevur nú funnið útav, hví vit pissa meðan vit skíta. Ja, tað er nokkso týðandi spurningur, nú rokað jólaborð eru fyri framman, og okkurt leskiligt lættliga kann koma tvørt fyri í svølgi, sodningarleið, landrás og endatarmi. Upplýsinartænastan við útberingarstuðuli í almannamiðilinum kann fyri advent borðreiða við einum vitugum svari, sum er vitalt fyri fólkið. Fólkið, ið skal lesa, uttan at hugsa um skoynisopp. Fólkið, sum í pressuni lesur seg til vitan, so tað verður stuðulin undir vitanarsamfelagnum, tí pressan er fjórða samfelagsmaktin, sum altíð skal hava tamarhald á lóggevandi, útinnandi og dømandi valdinum. Tí skulu øll rista í brókunum, tá pressan er á gøtuni. So í navni upplýsingarnar lata vit hesa fyndaryvirskrift úr fólksins mektigasta blað á okkara leiðum standa enn eina løtu: