Tá tilmeldingarfrestin var úti á midnátt týskvøldið varð greitt, at í ár fara sekstan føroyskir stuttfilmar at kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina. Í báðum førum verða vinnararnir funnir og kunngjørdir á Filmskvøldinum, sum verður í Norðurlandahúsinum 11. desember.
Hóast forhondsfráboðanin ikki sigur nakað um góðskuna, so er at fegnast um, at í ár eru tveir filmar fleiri enn í fjør og ikki minst, at heilt nýggj nøvn síggjast á listanum við nýggjari føroyskari filmslist.
Kravið til stuttfilm er í hesum føri er, at hann er føroyskur og í mesta lagi er hálvan tíma. Øll árini hevur dómsnevndin hildið seg til tey trý metingarvirðini søga, filmisk frásøgusnildi og handverk. Føroyski stuttfilmurin kann vera spælifilmur, listafilmur, tónleikafilmur, heimildarfilmur ella annað eksperimenterandi slag, tó ikki lýsingafilmur. Longsti filmur, sum er komin inn til kappingina í ár, er 30 minuttir og hin stytsti er undir tríggjar minuttir.
Tað er Norðurlandahúsið, ið letur Geytavirðislønina, sum er 25.000 krónur, saman við einari Geytastandmynd, sum Astrid Andreassen og David Geyti hava gjørt. Formaðurin í dómsnevndini handar virðislønina og standmyndina og lesur grundgevingina. Tórshavnar kommuna letur Áskoðaravirðislønina á 15.000 krónur. Áskoðarin, sum møtir til Filmskvøldið í Norðurlandahúsinum, fær ein atkvøðuseðil og sleppur at gera av, hvør fær Áskoðaravirðislønina, sum forkvinnan í Mentunarnevnd Tórshavnar kommunu, Helena Dam á Neystabø, handar.
Í Geytadómsnevndini sita Birgir Kruse, sum er formaður, og nevndarlimirnir eru Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum, Jan B. Jørgensen, Klippfisk, Marjun Niclasen, Tórshavnar kommuna, og útlendski nevndarlimurin í ár er Silje Engeness úr Trondheim í Noregi, har hon stjórnar altjóða filmsstevnuni Kosmorama.
Teir báðir Geytavinnararnir higartil eru Sakaris Stórá í 2012 og Dávur Djurhuus í 2013.