Skip to main content

Land Rover í Kirkjubø


Í Roykstovuni í Kirkjubø í kvøld hitti eg Brian Cottam, Jane Cloete og Dan Delaney, ið eru trý av níggju fólkum, sum vitja her og eru knýtt at bretsku lýsingastovuni Redwood. Lýsingastovan, ið heldur til mitt í London, hevur hópin av stórum kundum, teirra millum Land Rover, sum í hesum føri er ordragevandi kundi.


Tey trý komu higar fríggjadagin og hini seks løgdust afturat í dag. Hóast tey arbeiða fyri ymsar fyritøkur, eisini free lance, er felagsnevnarin Land Rover, sum hvørt ár gevur út stóra lívstílsblaðið Onelife. Umframt snøggu pappírsútgávuna gera tey eisini talgildar útgávur til iPad og aðra tøkni við filmi og reportasjum frá eksotiskum londum, nú eisini Føroyum. Søgan niðanfyri er úr Wales.


Lýsingastovan Redwood sigur, at við árliga tíðarritinum, skapa tey søgur um og fyri fólk, ið eiga ein Land Rover: 'developing brand stories that build customer relationships'. Útgávan Onelife, sum hevur vunnið fleiri virðislønir, sýnir nýggjastu modell og finnur ósagdar søgur úr eksotiskum londum. Attraktivu útgávurnar, sum ikki eru til sølu, men fara beint til Land Rover eigarar, verða prentaðar í 500.000 eintøkum í 31 londum, so sum Kina, USA, Russlandi, Týsklandi og Bretlandi.


Tað var Jóhan Mortensen, ið beyð mær at hitta tey trý til eitt prát og ein góðan bita í Roykstovuni í Kirkjubø.


Í tjóðbúnað tók bóndin, Jóannes Patursson, ímóti og greiddi livandi frá um kirkjuna, Múrin og garðin í katólskari tíð, eftir trúbótina og heilt upp til okkara dagar. Ein hugtakandi móttøka, ikki minst tí, at hetta hvørki er savn ella matstova, men bóndagarður í livandi brúki, mitt í verðini meðan brimið brýtur.


Jane Cloete, sum er leiðandi ritstjóri í Redwood, var púra burtur í øllum søgunum hjá Jóannesi í hesum hugtakandi kørmum. Sjálv er hon úr Suðurafrika, vaks upp í Bloemfontein undir apartheidstýrinum, har ikki var loyvt at tosa um Mandela og skilnaðin millum svørt, hvít og onnur, hóast bæði foreldrini vóru lærd, pápin sakførari og mamman bókavørður. Sum vaksin í Cape Town fekk hon lukkutíð einaferð til uppgávu at heiðra Nelson Mandela í matstovuni í fangahúsinum á Robben Island. - Hann var ein fantastiskur maður, men familjan og tey nærmastu misnýttu hansara navn, sigur Jane avgjørd og er bilsin av, at vit kenna so nógv til Suðurafrika og enntá hava ein Boaratátt á føroyskum. - Men í dag er støðan ring í Suðurafrika, tí har er so nógv korrupsjón millum leiðandi politikarar, sigur Jane, sum fyri fimm árum síðani flutti til London at arbeiða hjá Redwood.


Seinasta innskot er av vegginum inn til kaffiborðið. Har hevur Jóhan funnið eina mynd av Sigert í Kirkjubø (1869-1931), sum íslendski Karl Einarsson (1897-1972), Dunganon, gjørdi í Bordeaux í 1924. Sigert ferðaðist dúgliga í Sibiria, hevði stórar tankar um skúla fyri ungar menn í heilsugóðum grikskum umhvørvi og var væl í øgn við Dunganon, greivan av Sankta Kilda, sum eina tíð búði í Havn. Á bakrammuna er heft yrking hjá Dunganon til Sigert, dagfest 1933 í Bruxelles. Hon endar hesa sjáldsomu uppliving við spennandi Land Roverferðafólki í Kirkjubø.