Skip to main content

Filmur í Havn


Filmur er besti miðil. Tað halda fólk í Havn í hesum døgum. Og tey hava eisini høvið at uppliva film, spildurnýggjan á bleiktrandi lørifti og retrospektivan. Í Havnar Bio varð danski barnafilmurin Skammerens Datter frumsýndur í gjárkvøldið, og longu fyrr um dagin vóru fleiri skúlaflokkar úr miðdeildini í Havn og sóu filmin, sum í Danmark hevur 11 ára aldursmark. Filmseftirlit er avtikið í Føroyum fyri mongum áru síðani, men bøkurnar hjá donsku Lene Købberbøl (f.1960) um Skammerens Datter og tey, eru umsettar til føroyskt og givnar út í fýra førum. Tí er nýggi filmurin helst av stórum áhuga hjá skúlanæmingum og lærarum. Til ber at biðja um sersýningar í skúlatíð í biografinum. Sum sæst á myndini omanfyri, geva donsku miðlarnir filminum gott skoðsmál.


Í Norðurlandahúsinum er týskur filmfestivalur, har eg nýtti høvið at síggja filmin hjá Margaretha von Trotta um Hannah Arendt (2012), sum í 1961 var send til Jerúsalem at skriva fyri The New Yorker um rættarmálið móti Adolf Eichmann (1906-1962). Úr skrivimaskinuni kom vending The banality of evil, sum kom út í bók í 1963. Holocaust-metaforar sum Little Eichmanns komu fram og blivu so vanligir, at tá Elvis Costello í 1979 skrivaði ein sang um eitt illa virkandi parlag, kallaði hann sangin Two little Hitlers.


Í Dymbildagavikuni, mikudagin 1. apríl fyri skírhósdag, vísir Filmsfelagið Steppeulven í Havnar Bio. Tað er spildurnýggi filmurin um Eik Skaløe (1943-1968) og Iben Nagel (f.1945), og so orkestrið Steppeulvene, sum í 1967 tók navn eftir skaldsøguni hjá Hermann Hesse (1928), og góvu út klassisku og einastu LP plátuna Hip, sum hevur ein sang, ið er tikin úr eina kapitlinum hjá Hesse: Kun for forrykte. At brúka móðurmálið í rocklyrikki á grammofonplátu, vinyllyrikki, er teirra uppfinnilsi og tað er ikki so lítið. Árið eftir, í 1968, tók kanadisk-amerikanska orkestrið Steppenwolf sama navn úr somu bók og høvdu longri lívitíð á samtíðar rockpallinum við sangum sum The Pusher og Snowblind Friend. Suni Merkistein fer at innleiða sýningina í 5 minuttir og afturvið bjóðar Føroya Bjór eina páskabryggj, tí tað er filmur í Havn. Væl møtt til film í felag mitt í Havn!