Í Havn var sum á ólavsøku í dag. Á torginum í SMS savnaðust mest sum av tilvild allir menninir í góða gamla bólkinum Mold undir fuglaklótuni hjá Edward Fuglø, sum í dag fylti 50 ár. Frá vinstru eru teir Niels Arge Galán, guitar, Erling Dalsgaard, guitar, Gudmund Helmsdal Nielsen, urgu, Niclas Thorsteinsson, sang, og Kristin Nolsøe Bech, bass. Bara Uni Árting, trummir, manglaði. Eisini Jónheðin Tróndeim var her. Tað var hann, sum tók ein indianarasang hjá Mold upp á DAT band fyrst í 1990'unum, sum vit spældu í Náttarravnssendingini og úr læraraálmanakkanum góvu støðumetið 13 on air. Eisini Greta Svabo Bech spældi á pallinum á torginum í SMS í dag.
Í Riti og Ráki helt Hanus Kamban fyrilestur um sólarmyrkingar í bókmetnum, frá vísindaskaldskapi til teknirøðir. Bókina til høgru, Tað nýggja Atlantis, ritstjórnaði og umsetti Hanus fyri gamla Skúlabokagrunnin.
Orsøkin til at manningin í Mold og fleiri onnur fólk møttust í SMS í kvøld, var at Regin W. Dalsgaard, býlingsstjóri, hevði boðið okkum at smakka nýggja sushi merkið Stórigarður, sum verður gjørt í Miðlon, og fæst til keyps heim við í snøggum pakkum í Miklagarði og í Bónus. Tað er Michael Koba, ið stendur fyri nýggja sushi-merkinum, sum Sendistovan hevur sniðgivið, og nú fer at kappast við Etika. Japanski kokkurin, sum hevur lagt føroyska Stóragarði lag á, segði á filmi, at nú varð hugsjónin um umami flutt eitt stig upp, so vit fingu huumi, tað besta úr føroyskum fiski og eysturlendskari rávøru. Kveiktir úr filminum Lost in Translation høvdu Kovboyfilm gjørt ein sensuelt flottan lýsingafilm um take away eskjurnar frá Stóragarði. Stórigarður er gamli garðurin, sum gongur frá Tórgarði úti við Strond, niðan við Eysturskúlanum, fram við SMS og Vesturkirkjuni, og heilt út í Sandágerð.
Í trappuni stóð Ólavur Larsen, sum er søluleiðari hjá Okkara. Til sushi borðið uppiá í SMS, hevði hann opnað mær ein Rinkustein, sum man vera millum bestu føroysku ølbryggj nakrantíð.
So vóru stundir at granska bókaúrvalið til dagin í morgin, tá sólarmyrkingin verður. Ikki kann sigast annað, enn at úrvalið er gott og ríkiligt, ikki bert til innvortis brúk, men eisini til forvitna ferðafólkið, sum er komið higar at jagstra heilar og hálvar myrkingar, og fáa nýtt sýn uppá handilsligu tilveruna í hesum parti av verðini. Her sæst nýggja bókin hjá Sprotanum, Hválv á føroyskum og Vault á enskum. Í annaðkvøld fara vit oman á Vaglið at syngja á midnátt.