Undir heitinum Føroyskt og talgildi heimurin varð móðurmálsdagurin formelt settur í Norðurlandahúsinum seinnapartin í dag, har tosað varð um talgildar orðabøkur, teldutalu og teknmálsorðabok. Zakaris S. Hansen, málfrøðingar á Føroyamálsdeildini, bjóðaði vælkomin og gav mentamálaráðharranum, Bjørn Kalsø, orðið at seta Móðurmálsdagin 2015.
Móðurmálsdagurin verður hildin á føðingardegi V. U. Hammerhaimbs, sum var faðirin at føroyska skriftmálinum. Tað eru Nám, Mentamálaráðið, Sosialurin, Kringvarp Føroya, Málráðið, Føroyamálsdeildin, Norðurlandahúsið, Sprotin, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Landsbókasavnið, sum skipa fyri móðurmálsdegnum í ár. Gestur á móðurmálsdegnum var Halldóra Jónsdóttir frá lærda háskúlanum í Reykjavík, sum var komin higar at greiða frá um føroyska partin í talgildu orðabókatænastuni ISLEX og hvussu hann bleiv til. Á donskum helt Halldóra fyrilestur um gongdina í hesum spennandi átaki undir heitinum Et vigtigt bidrag til det nordiske sprogsamarbejde. Hon sæst niðanfyri og á felagsmyndini. Við hennara lið síggjast Jógvan í Lon Jacobsen, Árni Dahl, Bjørn Kalsø, Kristin M. Magnussen og Zakaris S. Hansen.
Eftir fyrilesturin tendraði mentamálaráðharrin, Bjørn Kalsø, fyri føroyska partinum av ISLEX, sum so varð vístur upp á veggin, meðan Zakaris og Jógvan í Lon Jacobsen vístu dømi og greiddu frá.
Við støði í íslendsku-føroysku framløguni hildu Jógvan í Lon Jacobsen og Zakaris S. Hansen, málfrøðingar á Føroyamálsdeildini, fyrilestur undir heitinum Nýbrot í føroyskari orðabókagerð.
Eftir fyrilesturin spældu Angelika Nielsen, violin, og Anna Hüdepohl, akkordeon, tónleik. Síðani helt Karin Kass, leiðari á Sjóndeplinum, ein kveikjandi fyrilestur um føroyska teldutalu, frá byrjan til í dag. Maðurin, Leif Abrahamsen, hjálpti til við tøkni og gjørdi eina avanseraða roynd at tendra fyri nýggju teldutaluni. Betri sølutalu havi eg neyvan hoyrt um bøkur og lesing í hesum húsi. Eg fari beint at kanna, um til ber at fáa teldutalu m/k á bloggin.
Eftir ein steðg við góðum ábiti frá Smakka í Norðurlandahúsinum, løgdu tær báðar Eyðgunn Hansen og Edny Poulsen, sum eru teknmálstulkar og tulkaðu alt, ið sagt varð á pallinum, fram eina nýggja talgilda wiki teknmálsorðabók á føroyskum.
Eftir tónleik frá Angeliku og Onnu, kom hin ídni og hugsjónarríki vestmenningurin Jonhard Mikkelsen á pallin. Hann er stjóri í Sprotanum, sum umframt at geva út hópin av bókum, eisini hevur sett saman eitt talgilt orðabókatilboð til allan heimin á trettan málum, opið og ókeypis. Og so vísti hann okkum eisini inn í framtíðarverkstaðin hjá Sprotanum, sum ikki er óspennandi.
Erhard Jacobsen, leiðari á Landsbókasavninum, kunnaði aftur um verkætlanina Talgild bløð, sum varð løgd fram fyrrapartin. Fólk fingu høvið at spyrja og dúgliga varð leitað í øllum bløðunum, sum síggjast á vegginum.
So varð liðugt í Norðurlandahúsinum og nú er bara eftir at avdúka, hvør fær Móðurmálsvirðislønina 2015. Tað verður kunngjørt í Nýggjustovu í Gongini, heima í Havn, eftir klokkan sjey í kvøld. Men innan eg slapp avstað, hitti eg Steen Bille, filsmráðgeva á Danska Filmsstovninum, sum er serkønur í týskum filmi, og tí fer at innleiða týsku filmsýningarnar í Norðurlandahúsinum í dag.