Skip to main content

Høgni rular aftur


So er Høgni aftur á flogi við eini klummu, sum livir upp til tær allar bestu, eg minnist. Sum so ofta eru tað viðurskiftini millum okkum í smáu Føroyum og so Hundraðlandið, Danmark, har alt er hundrað ferðir betur og størri enn vit. Eisini tá vit byggja uppihaldstrappur fyri øll, sum hava uppihaldsloyvi, og halda tær upp móti Odessa, har verðins størsta kulissa varð bygd og skapti søgu á filmi, púra innantóm. Bravo, Høgni! Var tað ikki fyri tær og góðum ritstjórum og livandi pennum, so var heimligi blaðdeyðin langt síðina sum kettan - í durinum deyð! Gott vikuskifti!