Helst á fyrsta sinni er føroysk hotelmentan savnað og givin út í bók av hesum slag, sum Áarstova legði fram í góðveðrinum í dag. Heitið er Áarstova søga, vín og vinir. Tað eru Sissal Kristiansen og John Mikkelsen, ið hava staðið fyri lítlu bókini, sum umframt fólk úr Áarstovu, Hanus Kamban og Eirikur Lindenskov hava skrivað á føroyskum og enskum. Finnur Justinussen hevur tikið nakrar myndir, men persónligu ferðamyndirnar av núlivandi vínbøndrum í suðurlondum, hevur Mortan í Hamrabyrgi tikið við fartelefon. Tað er hann, ið hevur funnið uppá hugtakið Vínvinir og sæð til, at fólk frá Áarstovu persónliga hava tikið í hondina á øll vínbøndrum, sum eru á vínkortinum í matstovuni. Sama handilsliga trygd, sum tá tey í Miklagarði selja okkum kjøt beint frá bøndrunum í Nýsælandi. Søguligu myndirnar í lítlu vinbókini eru frá Fornminnissavninum. Við góðum grafiskum eyga hevur Else Sjúrðarberg gjørt permu og brotið um. Gamaní, hevur Helgi Jacobsen í fyrrárið skrivað stóru bókina Meir av tí góða, sum Sprotin gav út, men hetta er fyrsta bókmentunarliga vínkort eg veit um, sum hevur fingið bókaskap.
Undir einum 90 ára gomlum vínstokki úr Languedoc í Fraklandi greiddu Johannes Jensen, Hanus Kamban og Mortan í Hamrabyrgi frá um at seta orð á alt tað, sum fyriferst innan hotelyrkið, og ikki minst um vín og smakk, sum nústani hevur fingið fótin fyri seg í orðabókum og millum fólk. Vit hava finngið ein vín- og matlyrikk.
Bókin, ið telur 113 blaðsíður í stívari permu, er eitt framhald av turrisliga vínlistanum, sum sjálvdan sigur so nógv meir enn drúvuslagið, landið og prísin. Vínlistin er nú víðkaður við søguni um húsið Áarstovu heima í Havn, og tey sambond, sum matstovan, ið byrjaði í 2011, hevur bygt upp í Evropa. Bókin, sum hevur frámerkið I, eitt, er prentað í 300 eintøkum, og fæst til keyps fyri 200 krónur. Ætlanin er at fleiri útgávur koma so hvørt nýggj sambond og tilboð taka seg upp, so bókin er at meta sum ein dynamisk eind í søguligu karmunum frá 1640 í Áarstovu, sum í 1836 fekk fyrsta skeinkiloyvið í landinum, segði Johannes. Hann helt fyri, at ein tílík søgubók hevði neyvan riggað í modernaðum hølum, sum til dømis Hotel Føroyum, ið varð bygt í 1983. Johannes upplýsti eisini, at Mikkeler hevur bryggjað tvey serlig sløg av øli, sum verða at fáa afturvið skerpikjøti í Koks í heyst. 6000 fløskur eru bryggjaðar. Soleiðis broytist útboðið alla tíðina í føroysku matstovuvinnuni.
Tað var í fjør, tá tey í Áarstova fóru at endurskoða vínkortið, at ynski kom fram um, at geva turrisliga kortinum meiri innihald, siga Sissal og John. Víðkaða vínkortið bleiv til eina bók, ikki bara um vín, men eisini um mentan og søgu, um vinir og vinarbond, sum eru knýtt við Áarstovu sum karmi.
- Hetta er ein bók um tað, sum í veruleikanum er sálin og styrkin við Áarstovu, nevnliga vinskap, nærveru og tøttu sambondini við gestin, søguliga umhvørvi, húsið og so rávøruna. Alt samantvunnið í ein vinskap, ið ger tann góða og uppliftandi andan á matstovuni, siga vælnøgdu útgevararnir. Og eg haldi ikki at eg muti ímóti. Her andar veruliga av vinarlagi, her sum ein gomul kista úr kamfertræ eina ferð stóð, og Áarstovubrøðurnir spældu, og alt enn andar av autentiskari søgu. Hetta er ein perla, eisini fyri ferðafólkið, sum vil uppliva føroyskan autentisitet í aldargomlum stovum og kørmum, sum enn eru í sving og altíð á einum høgum gastronomiskum støði. Lærarin gevur hesi sjáldsomu bók tey allar bestu skoðsmál!