Tóra við Keldu, forkvinna í Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, setti ólavsøkuna við eini góðari røðu, har hon viðgjørdi ymiskleika og fjølbroytni í samfelagnum. Tóra umboðar 4000 limir í 24 feløgum, sum fevna um fýra ymsar bólkar av brekum. Í hesum ljósi var hugvekjandi at hoyra Tóru siga, at menniskju eru ikki brek ella trupulleikar, men fram um alt eru tey menniskju við grundleggjandi tørvi á viðurkenning, kærleika og einum virðiligum plássi í samfelagnum. Orðavalið var so gott, at ikki bara limir í MBF og LGBT, men øll tey møttu á Vaglinum, kundu taka orðini til sin. Ein góð og savnandi summarøða.
Í Steinagøtu ger Birgit klárt framman fyri rullandi Pannukøkubúðini, ið hon rekur saman við Guðri. Tær báðar baka tær bestu pannukøkur á stevnum, festivalum og tiltøkum kring alt landið. Matthew Workman, sum hevur gjørt 250 podcasts úr Føroyum, er í gongugøtuni. Hann er í føroyskari húgvu og FSF blusu.
Á Vaglinum er Poul Mohr enn stinnur á rossabaki. Niðaru myndina tók eg á sama stað fyri tveimum árum síðani.
Men sjálvt á teim hábarsligastu løtum má eisini sópast. Tað gera teir skjótt og effektivt, ungdómarnir á ólavsøku.
Eisini á bryggjuni hittast teir, ungdómarnir, av báðum kynum, summir við ryggsekki við góðum førningi í til vinnandi bátin úr heimbygdini.
Umframt at rógva um kapp, eru ungdómarnir eisini farnir at springa um kapp. Tað verður bara hægri og longri, so myndamenn mugu fáa sær telelinsu, ið er so tung, at næsta ár mugu teir hava sekkjavogn við á bryggjuna. Likkan vísur, hvar springarin er. Tað er ein serligur view finder, likkan.
Á Vaglinum er boðskapurin enn hin sami. Tað sigur sannførandi sunnanfjørðstalarin Jacobina Heinesen hjá Frelsunarherinum.
Mest umrødda trappa í landinum, Uppihaldstrappan á Perlugrundini, er partvíst liðug og verður fyrst ferð brúkt. Tað er harmoniorkestrið GHM, sum ger klárt at spæla svingandi marsjir fyri ólavsøkugestum.
Tivoli, tombola og undirhaldandi merkverdigheitir fyri krónur og oyru eru um allan býin.
Undir Skansabrekkuni við Kongabrúnna standa steypini klár at handa teim vinnandi manningunum í øllum kappróðrarbátunum.
Men fyrst skulu vit hava ein bita í Fútastovu, har Þórður Bjarni, aðalræðismaður, bjóðar hangikjøt, havkall, bjór og snaps.
Á ólavsøku er einki sum at fáa ein bita á bryggjuni meðan kappróðurin gongur.
Og so at hitta vinfólk. Fyri fjøruti árum síðani tóku vit realprógv á Oyrarbakka, Signar og eg, og seytjan onnur.
Á bryggjuni mugu vit sanna, at mong áratøk eru tikin siðani Nordisk Skolefoto fotograferaði hasa myndina. Signar hevur verði virkin í kirkjulívinum í høvuðsstaðnum í mong ár, og hevur fingið arkitektasvágin, Bárð, sum er formaður í LISA, at tekna Kirkjubøstólarnar, sum eru broderaðir við silvurtráði á vestin.
Og á bloggendanum ólavsøkuaftan tjúguhundraðogfimtan er ein lummakátur snapsur frá Jákupi úr Mórugøtu. Góða ólavsøku, Kenneth og allir føroyingar!