Skip to main content

Grøna bygdin á bláu stjørnuni


Um vikuskiftið var høvið at taka myndir í skiftandi summarljósinum heima á Sandi. Her ganga vit fram við einum stiki, píkatráði og rekaviði, niðanfyri nýggja barnaskúlan, har tey hava gjørt eina gongustjørnugøtu, nú sólarmyrking var. Og jú, vit eru á bláu Jørðini, sum er 3. gongustjørnan frá sólini.


Men venda vit okkum við á grønu gøtuni á bláu stjørnuni, so síggja vit hetta gróðararmikla sýnið við eini eplaveltu mitt fyri.


Skaddan dregur oman yvir bygdina, men longur uppi, mitt í bygdini, er marglitti Heimasandsvegur. Fyrst fyri er nummar 75, ein lág svørt lon við grønari tekju, síðan eini høg karry-litt hús við kvisti og myrkum vindskeiðum og taki, og aftast í myndini eru ein gul hús við reyðari tekju. Øll tey litførgru húsini eru nýmálað.



Av Heimasandsvegi fara vit framvið gamla skúlanum, sum nú er ungdómshús. Hinumegin vegin, sum ber heitið undir Reynum, eru hesi hús hjá Hans Jákup Michelsen, ið hava fingið ísett eina so snøgga hitapumpu, at hon næstan ikki sæst. Og sæst hon, so er tað bara fyri tað funktionella, sum sampakkar við húsið.



Longur uppi á somu gøtu stendur Jóhan við bilin. Hann hevur júst givið veðrunum, ið eru sjáldsama stórir og vælvaksnir.


Nú eru vit beint við Gívrinarspor, sum Hanna á Reynatúgvu fortelur okkum um.


Hanna tekur okkum við á eina sanna ævintýraferð, sum stein av steini varir tveir forvitnisligar tímar við spennandi søgum um heiðið og kristið, gívrar og állar - og so steinar. Her eru innbundnir smásteinar, sum vísa veg til stóra, heimabundna steinin á Søltuvíkarvegnum meðan Gróthúsvatn er framman fyri okkum.



Gívrinar hol er nakað niðan frá vegnum til Søltuvíkar. Í baksýni sæst norðurendin á Skúgvoy.


Fram við vegnum veksur tyrilstunga og flatbjølgur. Her sæst tyrilstunga.


Í marglitta umhvørvinum gongur nýkliptur seyður á beiti.


So fram við Hoydali og inn í Mylludammin, har tey eisini eru vælsignaði við hesum nýmótans uppfinnisli, sum er kampingvognurin. Ikki færri enn tveir av slagnum eru á leiðini.

Men við Mylludammin er enn sum áður friðsælt, og børnini hugna sær uttan at taka sær tykni av estetiska sansinum hjá teim vaksnu, sum úti í haganum hevur fingið ein frammaná. Her sæst lítli Herman.


Stilt er á Sandsvatni, ja silvitni, meðan vit ganga heimeftir og njóta angan av tøði og tí, ið súrari er.


Eyðfinnur fær sær upp í undirvørrina av snúsi frá Brødrene Bruun, og so ganga vit víðari, styrkt í trúnni, beint móti kirkjuni.


Vit ganga framvið húsunum í Ludo-filminum hjá Katrini Ottarsdóttir, har fuglarnir enn eru á tekjuni.


Á Wikipedia stendur, at Sands kirkja er ein gomul trækirkja frá 1839. Henda kirkjan, hin sætta, stóð til 1988, tá ein partur av kirkjuni vanlukkutíð brann av ásettum eldsbruna. Kirkjan varð umvæld og liðug til 150 ára dagin hjá kirkjuni í 1989.


Eyðfinnur sigur systkinabarninum Jóa, Jóhan Peturi, av Seyðisfirði frá um kirkjuna og ættarbondini til próst Peder Hentze.


Sjálvur hevur Eyðfinnur umvælt tornið á kirkjuni, tá tað eisini varð sandblást norðuri við Ljósá. Uppi í torninum varnaðist hann tá signaturin hjá pápa Jóa, Hans Clementsen úr Andarisa, har allir klokkarar hava sett sítt navn.


Bakaríið hjá Anfinni í Soylu er hinumegin kirkjugarðin, beint við kirkjugrindina. Har fáast franskar vaflur og køkur í øllum liti. Ein rættur handverksbakari, sum ikki hevur sín líka aðrastaðni í landinum.


Sjálvt bakaragáttin og dururin á Sandi eru sum í Grikkalandi, ella øðrum heitum londum við Miðjarðarhavið, blátt í øllum mosaikk-litbrigdum.


At Sandsbygd er ein livandi og litríkur staður sæst í næstu húsum. Har hevur Torbjørg Hentze Mortensen bundið ein gráan og tó stak sprøklutan kjóla, sum verður við, tá bindikonur fara at selja heimavirkaðar vørur í Virkinum 12. september.


Orsøkin til vikuskiftisvitjanina heima á Sandi var, at eftirkomarar hjá Jóhonnu Maria Clementsen (1892-1990) og Peturi Jacob Clementsen (1896-1974) savnaðust í Andarisa og í Ísansgarði.

Eins og øll hús heima á Sandi, eru tey útvið 130 ára gomlu húsini í Andarisa nýmálað.

Her sæst inn í køkshornið, sum er í rættuliga originalum litum, tað tey flesu minnast í hvussu er, tað er í ljósabláum og myrkabrúnum liti, og enn funktionelt í allar mátar.

Lis, sum sæst í durinum á niðaru myndini, og maðurin Hans, rekur Ísansgarð sum summarhús við 9 góðum rúmum. Húsini, har øll 45 rúmast at eta í niðastu hæddini, eru upprunaliga bygd í 1922.



Og so fellir náttin á og summarsólin setur yvir Sandsbygd, har sjálvt mjólkarbilarnir tigað og standa stillir.


Náttarljósini í Andarisa og í Ísansgarði verða tendraði, meðan dagur leggur saman hendur. Góða summarnátt!