Skip to main content

8 ferðir mentan


Hóast felagsskapurin av oljuframleiðandi londum, OECED, beint nú kunngerð, at teldur á skúlum gera ongan mun, men heldur draga frá í máldu PISA úrslitunum fyri 2012, so haldi eg framvegis at teldan er eitt vælsignilsi í vitanarsamfelagnum.

Til dømis kanst tú sama dag leita í samgonguskjalinum og síggja, at mentan verður nevnd átta ferðir.

Longu í fyrsta setningi er mentan sloppin við. Teir tríggir flokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn siga:

  • Vit staðfesta, at Føroyar eru millum ríkastu tjóðir í heiminum við ovurstórum náttúruríkidømi, ríkari mentan, skapandi og dugnaligum fólki og framtakshugaðum vinnulívi.

Longur niðri á somu fyrstu síðu stendur:

  • Fleiri mentanartilboð, betri bústaðarmøguleikar og góð livikor annars skulu fjálga og fjølga um fólkið.

Mitt á síðu tvey stendur ein ordiligur supputerningur, sum er ein innkókað yvirlýsing í tríogtjúgu orðum, har báðir setningar byrja við mentan og listin eisini seppur upp í part:

  • Mentan og list skapa okkum sum menniskju og samfelag, og kreativitetur er ein grundleggjandi framdráttarmegi. Mentanarpolitikkur skal tí setast høgt í politiska arbeiðinum.

Í fimta føri verður sagt:

  • Øllum borgarum skulu tryggjast javnrættindi. Hvør einstakur skal eiga møguleikan at smíða sær eitt eydnuríkt lív eftir egnum huga og evnum og at taka lut og ábyrgd í samfelagnum. Hetta tryggjar sosialt og mentanarligt fjølbroytni, sum gevur trivnað og skapanarhug.

Á síðu trý verða átta mála nevnd, sum nýggja samgogngan fer at arbeiða við og loysa beinanvegin. Fjórða av hesum átta málum er soljóðandi:

  • At taka avbjóðingina við aldurs- og kynssamansetingini í álvara við íløgum í ungdóm, útbúgving, mentan og barnafamiljur.

Sjeynda førið at mentan verður nevnd í samgonguskjalinum, sum varð undirskrivað í gjár,  tekur støði í heildarætlanini “Fólkaflyting og fólkavøkstur” frá 2013:

  • Hetta ber í sær íløgur í útbúgving og gransking, vinnumøguleikar, lestraríbúðir og fjølbroytt mentanartilboð, so Føroyar gerast lokkandi hjá ungdómi. 

Áttanda og seinasta føri, har mentan verður nevnd í nýygja samgonguskjalinum er í sama petti, sum snýr seg um fólkatalssamseting:

  • Lagt verður fyri við at gera ætlan um, hvussu vit byggja og menna Fróðskaparsetrið, lestrarbý við tilhoyrandi bústøðum, granskingarkarmar og mentanar- og frítíðartilboð til ung lesandi.

Hinvegin verður skúli nevndur í einum nýskpandi ljós, sum eg ikki havi sæð áður:

  • Góður skúlaskapur og lívslong læra eru grundin undir einum framkomnum samfelag. Útbúgving og gransking verða tí millum fremstu mál samgongunnar. Førleikarnir at taka lut í fólkaræðinum eiga at verða styrktir frá barnsbeini gjøgnum skúla og útbúgving.

Í einum meiri greiniligum undirskjalið verður filmur nevndur millum kreativu vinnurnar undir íverksetan:

  • Ein framtíðar filmsvinna skal raðfestast við filmsgrunni og filmshúsi, eins og aðrar kreativar vinnur sum sniðgeving, ullavirking, telduspøl, tónleikur o.a.

Aftarlaga, eftir útoyggjar og onnur politisk pliktrelikt, stendur yvirskriftin Mentan og miðlar, har listin aftur sleppur við, enntá í frælsum skapi, uttan at siga nágreinilga, hvat tað er, og hvør skal meta um dygdina:

  • Samgongan vil stuðla frælsari list, dygdarlist, listaspírum og frælsu pressuni, sum átaka sær at bjóða veruleikanum og valdinum av.
  • Søvn Landsins verða endurskoðað og søvnini kring landið uppraðfest. Bóka- og tilfarssøvn verða styrkt.
  • Føroyska málið verður stimbrað, og málpolitisk tilmæli verða sett í verk. Framleiðsla av tilfari til børn á føroyskum verður raðfest. Vit skulu hava ein greiðan politikk viðvíkjandi fremmandamálum, og teknmál skal viðurkennast sum móðurmál hjá deyvum og hoyriveikum.
  • Miðlarnir skulu hava góðar sømdir, og kringvarpsgjaldið skal endurskoðast.
  • Samgongan vil uppraðfesta játtanina til mentanar‐ og listastuðul umframt at umskipa stuðulin og fyrisitingina av honum. Tá tað almenna byggir, verður ávísur brotpartur av íløguni markaður til listprýðing. Filmsgrunnurin skal halda fram, eins og filmspolitisk átøk skulu setast í verk.
  • Musikkskúlatilboðið skal styrkjast, og arbeiðast skal við at stovna listaskúla fyri ung. Samgongan vil seta ferð á arbeiðið við tjóðleikhúsi.

Hetta er gull í mínum oyrum, serliga um at taka í egnan játtanarbarm, tá tað snýr seg um tað út av lagi neyðarligu játtanina til almenna Mentanargrunnin, men ikki minni, tá um filmsgerð ræður. Her er sjón fyri søgn, at fáu pengarnir koma til størri nyttu enn á nøkrum øðrum listarligum øki, um vit skulu seta ein nyttukikara fyri eygað.

Hetta er ein samgonga, við mentanarligum og listaligum innliti, áhugað og virkisfýsni, tað bera hesi yvirskipað orð og vendingar boð um. Bravo!

So er at vóna, at tollfríðu orðini fara í verki at dugna mentanar- og listalívinum í Føroyum hesi komandi fýra árini. Og ikki minst, hvør fer at parkera á hesum stað um eina tíma:


Góðan arbeiðshug øll somul!