Fríggjakvøldið skipaði felagið EinMalt fyri whiskysmakking í Hornahúsinum í Havn. Eitt líknandi limafelag er í Klaksvík, sum kallast NorðMalt. Bara nøvnini avdúka, at her savnast fólk, mest ungir menn, ið hava bæði sans og áhuga fyri tí undirfundiga spælandi, sum mangan kemur undan kavi í køki og á matstovum, tá orð skulu setast á smakk.
Persónligi meistarin í so máta er formaðurin, Ronnie Thomassen, sum innleiddi og greiddi frá um Skotland og whisky har um leiðir, men eisini í øðrum londum sum Japan, USA og India. Viðmerkingar komu frá Sebastian Eriksen úr Vestmanna, sum gjørdi løtuna livandi og spennandi. Her vóru vitandi fólk, ið nú skuldu meta um sløgini, ið sett vórðu fram. Í Hornahúsunum var fríggjakvøldsskráin í fyrsta umfari ein Macallan amber, NAS, Speyside, Distillery Bottling, 40%,
Onnur servering hevði longri heiti, og avdúkaði kennarar kring borðini: Glenkinchie 17 ár, Lowland, The Managers' Choice, Distillery Bottling, Vintage 1992 - avtappað 2009, nr. 101 av 502 fløskum, 58.1%, (Single Cask)
Triði skonkur var upp í glasið av Craigellachie 13 ár, Speyside, Distillery Bottling, 46%. Bara navnið og framburðurin var eitt granskingarevni fyri seg. Eftir orðaskifti um smakk, sitrus og lit úr karamell, var steðgur.
Fyrsti smakkur eftir steðgin leiddi okkum fyrst niðan á hægsta fjall í Skotlandi, Ben Nevis, hagani Ronnie hevði eina góða søgu úr øllum regninum. Men so til smakkingina við fjallanavninum, Ben Nevis, 17 ár, Highland, Càrn Mòr , Vintage 1997- avtappað í 2014. Sherry Butt 1 av 648 fløskum, 46% (Single Cask).
Annað glas eftir steðgin var Glengyle (Kilkerran), NAS, Cambeltown, Distillery Bottling, 46%, við livandi lýsing av staðnum, sum eins og í hinum førunum varð samborin við onnur virki í hesum og øðrum økjum, og gongdina í frameiðsluni ymsu árini,
Seinasta smakkiroyndin var Caol Ila, 10 ár, Islay, Gordon & Macphail, Vintage 10.09. 2003 - avtappað 13.08.2014, Refill Sherry Butts, Cask No. 302381, 302382 & 302383, 59.6%
Aftanfyri á fløskuni stendur ein so herligur tekstur um fruktsmakkin í hesum whisky: 'Meat aroma's with hints of banana and fruitcake. The palate is sweet and spicy with fruit flavours. An underlying peat smoke edge lingers.' Atkvøtt varð um besta persónliga smakkin og hesar báðar vórðu fremstar: Been Nevis og Caol Ila. Formaðurin avgjørdi twistin til frama fyri Caol Ila.
Aftaná bar til at keypa úr stóru Whiskeybarrini, sum Sebastian Eriksen, umsitur. Mest forvitnisliga aganist the grain og all odds, var hetta slag úr korni:
Á ytsta og dýrasta endanum, longst móti Skipasmiðjuni, stóðu hesar fløskurnar, sum ikki vóru fyri arbeiðaralønir.
Tær vóru so tímakrevjandi, at eg helt meg til miðleingjuna á borðinum, har prísurin var 150 krónur og minni fyri einkulta skonkin. Hefti meg fyrst við navnið Arran, tí eg kendi tað úr filmi og sjónleiki. Og so írska oyggin, Aran, við einu r’ið uttanfyri Galway. Mangt er at fáa uppá pláss hjá eini whiskynovisu. - Hygg ein páfuglaetikett, var tað mest fornuftiga eg kundi siga um Arran, meðan hinir kennararnir vistu alt um hetta yngsta skotska single malt virkið. Hugfarsligt at lurta eftir vitandi fólki, ið kunnu siga tær søgur, tú ikki visti vóru til.
EinMalt er limafelag, sum á Facebook profilinum hevur einfalda lýsing: Føroyskt áhugafelag fyri whisky. Aðalfundur var beint fyri ólavsøku, og tá varð upplýst, at felagið eigur 110 single malt sløg, sum man vera best útgjørda whiskybarr í landinum. Limagjaldið er 250 krónur um árið og hvør smakkinging kostar 300 krónur. Pláss er fyri 32 fólkum, tá staðurin er Hornahúsið. Áhugað kunnu tekna seg við hesum lepa at geva bankanum, og síðan senda formanninum boð um navn og teldupostadressu.