Í morgin verður spildurnýggi 3D filmurin Everest frumsýndur í Havnar Bio. Í fjør eydnaðist fyrsta føroyingi, Arna Vatnhamar, at náa ovasta tindin á Everest, og dagin fyri flaggdagin í ár, gav Arni út bókina Merkið á Mount Everest.
Tað serliga við nýgga filminum er, at leikstjórin er íslendingur, Baltasar Kormákur (f.1966). Fyrr hevur hann gjørt íslendskar filmar sum 101 Reykjavík, Hafið, Mýrin og Djúpið, og altjóða filmar sum Inhale, Contraband, 2 Guns og nú Everest við kendum filmstjørnum. Umframt at vera leikstjóri, er Baltasar eisini leikari og framleiðari, til dømis í filminum Fúsi, sum Dagur Kári (f.1973) hevur gjørt. Dagur hevur eisini gjørt filmin The Good Heart í USA.
Samstundis sum íslendingar gera stjørnufilmar í Hollywood, og hava fingið útlendskar stórfilmar at gera brotpartar av upptøkum í Íslandi, hevur Keypmannahavnar kommuna funnið 15 milliónir til útlendskar filmsætlanir, ið kunnu hugsast at brúka Keypmannahavn sum baktjald ella partar av upptøkum. Copenhagen Film Fund eydnaðist at fáa Tom Hooper at gera upptøkur í býnum til The Danish Girl um fyrsta tvørkynda persón í søguni, danska Einar Wegener, sum eftir skurðviðgerð varð til Lili Elbe, og norska filmin Bølgen.
Fimurin um The Danish Girl verður frumsýndur næsta ár, Fúsi helst eisini.
Í samgonguskjalinum hjá núverandi samgongu kom fram ein orðing um film:
Ein framtíðar filmsvinna skal raðfestast við filmsgrunni og filmshúsi, eins og filmspolitisk átøk skulu setast í verk.Ikki er gott at vita, hvat býr í hesum luftigu vendingum, men farna samgonga hevur við Bjørn Kalsø á odda sett á stovn eina játtan, 700.000 kr, til film. Til allar føroyskar filmsætlanir í senn er tað ikki nógv, men úr ongum er tað nokkso nógv. Mentamálaráðið eigur at fylgja væl við og javnt og samt at leggja afturat hesi upphædd, so vit kunnu skapa eitt gróðrarríkt undirlendi við føroyskari filmsgerð, sum á øllum filmsøkjum eisini megnar at skapa professionell sambond við næstu lond og filmslond av týdningi.