Føroyska útvarpið tekur støði í tí danska, bæði í fysiskum bygningi og hugsaðum programmvirksemi. Tað mátti eg aftur sanna, tá eg í morgun vaknaði við morgunlesturi beinleiðis úr Vor Frue Kirke í Keypmannahavn. Umframt í danska útvarpinum varð lesturin eisini sendur á sjónvarpsrásini DR K við 12 málningum afturvið. Tað havi eg ikki sæð áður, at vit bera aftur hinvegin, til móðurlandið í landsuðuri. Men hefta vit okkum við hagfrøðiliga sannleikan, at Danmark er hundrað ferðir størri enn vit, eisini nevnt Hundraðlandið, so er hetta ein sjáldsama góður sýnisgluggi fyri føroyska myndlist. Fyrra myndlistafólkið, sum í ár hevur fingið sama møguleika at sýna fram, er Lise Malinovksi. Í fjør sýndi John Kørner 12 málningar afturafturvið morgunlestrinum hjá DR. Amariel Norðoy er fyrsti føroyski myndlistamaður, eg veit um, sum hevur fingið í boði at sýna fram egnar málningar á henda hátt. Klokkan 14-15 í dag hevur Niels Frid-Nielsen eisini prát á útvarpsrásini P1 hjá DR við Dagmar M. Winther um føroyska list hjá Zacharias Heinesen, Anker Mortensen og fleiri, sum undir heitinum Færø Expo letur upp í Bredgade seinrapartin í dag. Málningarnir hjá Amariel, sum eru afturvið morgunlestrunum í DR K, eru úr røðini Útróðrarbørn, sálmar lívsins. Hin 9. oktober í 2015 verður Amariel 70 ár.