Skip to main content

Politikkur sum soap


Annika Olsen vildi hava frið. Tað fekk hon ikki frá pápanum. Í somu løtu bleiv føroyskur politikkur soap. Hetta melodramatiska faktum tryggjaði kringvarpsjournalisturin Jón Brian Hvidtfeldt okkum klokkan seks í kvøld. Henta amboðið var forfengiligi pápin, ið eisini hevði eina floksbyrðu at bera. Pápin, sum ikki gevur dóttrini frið, fekst eisini at siga, at Jørgin skuldi skammað seg, tí hann ikki gav dóttrini frið. Eg øtist. Men bleiv samstundis sannførdur um, at hann er ein intrugumakari, pápin, sum soapjournalisturin dugdi at gera sær dælt av, so vit fingu fullan sápuvaluta úr Sortudíki. Minnist ikki, at onnur foreldur vórðu støvað av og interviewaði, tá sonurin skifti flokk, ella tá onnur líknandi viðurskifti stungu seg upp í politikki. Tá varð farið til kelduna. Ikki foreldur, ommur og abbar. Við soap í Sortudíki í huga, má eg sanna, at Sonja er eisini dóttir onkran. Eftir hetta presendens skapandi og einoygt dýnulyftandi soapinnslag, hava vit krav uppá at hoyra tey eisini. Í navni soapsins og ikki minst tí, at Sonja eins og Annika er kvinna, sum av kynsligum ávum ikki klárar seg einsamalla í føroyskum politikki. Tað er hervið prógvað. Hetta er eitt dømi um, at journalistar og tey, sum uppá gott og ilt halda seg vera næstu politikarans, hyggja ov nógv í sjónvarp eftir soap. Reinvaskaði soap offur, summi fyri løn onnur fyri forfengiligheit. Meir dugi eg ikki at skriva í hesum umfari enn at visa til orðabókina: Sápuopera: melodramatisk sjónvarpssendirøð el. Útvarpssendirøð. Melodramatiskur: ovurkenslusamur, kroystkendur, melodramatiskur; Melodrama: ovurkenslusamur (song)leikur. Eigi einki bílæt av pápa Anniku og Jón Brian Hvidtfeldt. Tí er eingin mynd av høvuðspersónunum í hesi fyrstu føroysku soap operu.