Skip to main content

Filmsfelagið í oktober


Tríggir heilt ymiskir filmar verða sýndir í Filmsfelagnum í oktober. Fyrsti er hin týski Phoenix, har fremsti leikstjórin Christian Petzold lýsir umstøðurnar í Berlin beint eftir krígslok. Nelly (Nina Hoss) hevur verið í konsentrasjónslegu, og er týðuliga merkt av hesum. Tá vit møta henni er honn vavd inn í bandasju, tí andlitið er skurðviðgjørt. Dreymurin er at møta manninum Johnny (Ronald Zehrfeld). Tá tað hendir, kennist hann ikki við hana. Søgur fara at ganga um, at tað var hann, ið sendi hana í føvniningin á nazistunum. Við filminum varpar meistarligi Petzold ljós á samleika og søgu. Eitt intenst og tvítýðugt melodrama, sum tekur navn eftir einum náttklubba í Berlin, men leikstjóran líkt, eisini vísir til søgnina um fuglin, ið reisir seg úr krígsins øru øsku. Phoenix verður sýndur mikukvøldið 14. oktober kl 20.



Ruth Og Alex er heiti á eini feel good komediu við Diane Keaton og Morgan Freeman í høvuðsleiklutunum sum aldrandi hjún í Brooklyn. Tey hava búð á fimtu hædd í somu íbúð í 40 ár, og her er eingin lyfta. Tí ætla tey at flyta. Lívskáti filmurin Ruth og Alex verður sýndur mikukvøldið 28. oktober kl 20.


Triði og seinasti filmur í Filmsfelagnum í oktober er Eg eri Malala. Heimildarfilmurin verður sýndur hósdagin 29. oktober kl 20:00, sama dag sum hann verður frumsýndur í restini av danska ríkinum. Almenn skúlasýning er í Havnar Bio klokkan 17 sama dag.


Filmurin er ein lýsing av 15 ára gomlu gentuni Malala Yousafzai, sum í fjør fekk Friðarheiðursløn Nobels. Sagt verður frá um, tá Taliban leyp á hana í skúlabussinum í Swat dalinum eftir loknan skúladag. Hon varð álvarsliga særd, men var heppin og kom frá hendingini við lívinum. Taliban søgdu um hana og pápan, at tey vóru fíggindar, sum skuldi drepast, tí tey bæði vildu hava gentur at ganga í skúla. Álopið elvdi til tað øvuta. Allur heimurin vildi stuðla Malalu og gentunum í Pakistan og øllum heiminum at ganga í skúla, og at fáa sær eina útbúgving. Í dag býr Malala í Bretlandi. Jenny Johannessen hevur týtt bókina um Malalu, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út, og sum fæst í Bókaklubbanum undir heitinum Eg eri Malala. 


Leikstjóri er Davis Guggenheim, sum í 2006 gjørdi heimildarfilmin An inconvenient Truth (2006), har Al Gore sigur frá um veðurlagsbroytingar. Meir enn nakað annað einstakt avrik, skapti tann filmurin kjak um og áhuga fyri veðurlagsbroytingum, sum er eitt rættuliga torskilt evni. Tí fekk Al Gore Friðarvirðisløn Nobels í 2007. Al Gore vitjaði í Føroyum árið eftir. Filmurin An inconvenient Truth fæst til láns á Býarbókasavninum í Havn.