Tveir dagar eftir veturnætur er aftur summar. Tað er í dag. Tí nú kemur nýggja 25 ára savnsfløgan hjá Love Shop Evergreen - Best of Love Shop, sum tú hesa vikuna kanst spæla til høgru á blogginum.
Love Shop vil siga Jens Unmack, sum er hin einasti, ið er á lívi. Ein doyði í ferðsluvanlukku og hin av krabba. Tel tínar dagar, góði lesari. Og lurta so eftir Unmack, sum heldur tað verða góða ironi, um tú kanst snýta deyðan.
Til nýkomnu Love Shop savnsfløguna hevur Unmack valt En nat bliver det sommer og allar hinar góðu, poppoetisku sangirnar pluss tveir nýggjar.
Eftir veturnætur er gott at hvila í Love Shop. Einki meir. Bara gott. Poetiski gittarin kann ljóða sum hjá Rasmussi, ið vit akkurát hava hoyrt í útvarpsbiografinum Til Lindu. Í billjósinum eftir danska landavegnum vagga blómandi bókstavirnir hjá Jens Unmack á donsku sinnopsmarkini, og skapa regnvátar setningar sum Jeg håber himlen, den vil briste, falde ned på må mig, Jeg håber himlen, den vil briste, åbne op for mig. Melankolskt sum í Love Goes on forever og Keypmannahavnska rutsjibanasanginum fyri bygdafólk Fuck min højdeskræk. Tað er Copenhagen Dreaming.
Á veturnáttum plagdu tey at biðja góðan vetur, sigur orðabókin og leggur afturat, at tá vórðu allar pisur sleptar á flog, ella kiptar. Veit ikki, hvør hevur pisur í dag. Men fyri 50 árum síðani vóru vit uppi á Eggini og tóku skurapisur. Kamera var ikki við, bara Klaksvíksúlpan, sum vit fóru úr, og stappaðu eina pisu niður í hvørja ermu og knýttu fyri. Men ein annar filmur, sum varð tikin av Love Shop við Vesturhavsstrondina í 2003 er nú lyftur fram í ljósið. Hold den fast til det gør ondt, kallar filmsleikstjórin Andreas Haaning Christiansen upptøkurnar við eini reglu úr sanginum Alle har en drøm at befri. Umframt filmin og fløguna, kemur bókin Himmelflugt Og Højdeskræk (Turbineforlaget 2015) út í hesum døgum.
Enjoy!