Skip to main content

Fyri jólaføstu í Tórsbyrgi


Í orðabókini stendur um jólaføstu, at tað eru tær seinastu fýra vikurnar fyri jól, sum byrja fjórða sunnudag fyri jóladag, advent, lítlaføsta. Fyrsti sunnudagur í advent er í morgin.


Í dag høgdi Jens Petur jólatræið til, so tað passar í fótin og stendur stútt í Tórsbyrgi. Við einum longum stavi krøkir hann perurnar upp á træið. Og so er tendrað.


Stóra kommunala jólatræið, sum er sett á Tinghúsvøllin, hevur ein størri fót, men er enn ikki tendrað. Á vegginum í Gamla Bókahandili á Vaglinum er eitt nýtt og jólablankt kramarhús hongt, sum eg ikki havið sæð áður. Á kramarhúsinum stendur búmerkið hjá bókahandlinum HNJB.


Í Tórsbyrgi hava driftigu arbeiðsmenninir ruddað terrassuna, tí nú skal gamli oljutangin gravast upp og nýggjur leggjast niður í staðin. Býlingurin við teim mongu stuttligu kommunista-nøvnunum fer nú at nærkast teimum fjøruti.

Ljósið er sjáldsama gott til nakrar fotoroyndir í grannalagnum. Kavaklæddir bilar á parkeringsplássinum, og gøtan frá Tórsbyrgi, undir Ægishædd til Hamarsgøtu á gamla Tórgarði, haðan tað sæst út í hav, eystureftir og suðureftir.