Kanska verður hetta framtíðarsjónvarp, vegir og farleiðir, sigling og koyring við føstum kamera, tíma eftir tíma uttan slit. Hetta slag av sjónvarpi, slow TV, hevur fingið sjáldsama góða undirtøku á norsku rásini NRK2. Rásin, sum fyrstu ferð sendi í 1995, bleiv kend, tá hon 27. november í 2009 sendi beinleiðis í meir enn 7 tímar frá eini tokferð úr Bergen til Oslo.
Í døgunum 16.-22. juni í 2011 sendi NRK2 í 134 tímar beinleiðis frá MS Nordnorge, sum sigldi frá Bergen til Kirkenes. Bretska avísin The Guardian er millum teir mongu miðlar, sum lýsa sjáldsama norska sjónvarpsfyribrigdið slow TV. Fyri jól í fjør sendi NRK2 60 tímar við sangi úr sálmabókini. Salmeboka minutt for minutt kallast sendingin, sum í dag verður endursend á NRK2. 200 kór, sum syngja 899 sálmar. Eitt sjáldsamt konsept, sum saktans kann loftast við øllum teim vevmyndatólum, siglingarleiðum og sálmabókum, vit hava í landinum. Livst, so spyrst.