Teldutala
Móðurmálsorðabókin hevur stuttliga orðið pottaður, at verða pottaður. Tað var ein klaksvíkingur, sum eg gekk í flokki saman við á Læraraskúlanum, sum lærdi meg orðið fyrst í 80'unum. Hann hevði verið við línubáti á Flemisch Kap. - Har ráddi alt um, aldri at verða pottaður, segði hann. - Altíð at kunn arbeiða undan og aldri steðga upp. Tí tá vart tú pottaður. Komin í afturhond við at egna línu, sum orðabókin sigur. Samheitaorðabókin hevur eisini orðið náttlagdur, við sama týdningi. Flaggdagin, bæði hin føroyska og grønlendska, skulu almennar og upptaldar danskar flaggstengur flagga føroyskt og grønlendskt. Ein teirra er hon hjá Ríkisumboðnum í Havn. Tað verður til nógv fløgg. Bara einaferð hevur elsta danska flaggfabrikkin, Dahls Flagg Fabrikk, sum varð stovnað í 1864, havt útselt. Tað var fimta mai í 1945. Nú arbeiða fimm mans á fabrikkini. Bara teir ikki verða pottaðir flaggdagin.