Skip to main content

Sjórok


Hoyr tekstin lisnan upp við teldutalu her

Seinastu dagarnar hevur verið sjórok. Orðabókin sigur, at sjórok er sjógvur, sum rýkur ella stendur í andarisi í nógvum vindi. Og tað sæst aftur á vindeygunum, saltið í sjórokinum. Omanfyri er gluggin opnaður oman móti Ríkissalinum hjá Jehova Vitnum. Eingin nevndur, eingin gloymdur, men her er ein arbeiðsuppgáva, sum helst man røkka um alt landið, skulu vit síggja út á fjørðin, har einki rok er longur. Bara stilli, sum leygardagin tá Triton sleipaði Brimil í logn. Stilli og einki rok á sjónum.