Hoyr tekstin lisnan upp við teldutalu her:
Fríggjadagin 22. januar verður Torbjørn Olsen 60 ár. Henda dag letur upp ein heiðursframsýning í Steinprenti við grafikki, sum Torbjørn hevur gjørt í samstarvi við litografin Jan Andersson frá 1993 til 2016. Omanfyri er Torbjørn avmyndaður í bussinum til Skálavíkar at fáa Mentanarvirðisløn Landsins 16. januar í fjør. Niðanfyri er Torbjørn avmyndaður saman við Zachariasi Heinesen í grafiska verkstaðnum Steinprenti í november í 2010. Aftanfyri sæst journalisturin Beate Samuelsen.
Í marsmánaði í 2012 sýndi Torbjørn Olsen fram í Listaglugganum í Dr. Jakobsens gøtu í Havn. Í profil og front, fangaði eg hann framman fyri eini sjálvsmynd úr ateliérinum.
28. august í 2010 tá Heystframsýningini lat upp á Skipasmiðjuni, avmyndaði eg Torbjørn og myndhøggaran Andrias Andreassen framman fyri einum litføgrum málningi av Ester hjá Olivuri við Neyst.
Á somu Heystframsýning sýndi Torbjørn Olsen fram ein stóran málning við bíbilskum myndaevni, Jesus í Getsemane.
Eisini var pláss fyri einum eins stórum verðsligum myndaevni, nakin genta, við stivlunum á gólvinum framman fyri songini.
Kinna Poulsen, sum skipar fyri heiðursframsýningini í Steinprenti fríggjadagin, sigur, at har síggjast býar- og bygdalýsingar, portrettmyndir og religiøsar myndir; tað eru parafrasur av altartalvunum, sum Torbjørn hevur málað síðan 1996. Í 2005 byrjaði Torbjørn Olsen uppá eina røð av steinprentum við støði í altartalvumálningunum og hetta gjørdist ein tann størsta verkætlanin hjá Steinprenti. Teir allarstørstu av teimum litografisku steinunum vóru tiknir í brúk, og tey fýra myndevnini Kvøldmáltíðin, Krossfestingin, Deyði Jesusar og Ivandi Tummas eru varierað sjey ferðir. Tað vil siga, at talan í roynd og veru er um 28 myndaverk, sum eru bygd upp í 10-12 litløgum. Myndirnar eru ótrúliga litsterkar. Fyri seg sjálvan hongur tann dramatiska, blóðreyða krossfestingin, tann einasta av altartalvuvariatiónunum, sum er loddrøtt. Á hinum vegginum hanga tríggjar vatnrættar, reyðar figurkompositiónir av ávikavíst standandi, sitandi og liggjandi fólkum. Hetta eru avbrigdi av Kvøldmáltíðini, Deyða Jesusar og av Tummasi, sum ivandi stingur fingurin í sárið í síðuni á Jesusi fyri at vita, um tað veruliga kann passa, at tað er Hann. Yvirhøvur er ivi ein sentralur máttur í myndarøðini og hesin ivin breiðir seg spakuliga og smittar áskoðaran, ið ivast í hvat fer at henda, sigur Kinna um grafisku framsýningina.
Í 2008 gav Inger Smærup Sørensen út bókina Livandi List - 49 nútíðar føroysk listafólk. Listafólkin eru sett upp eftir fyrsta bókstavi í fornavninum og á blaðsíðu 174 finna vit Torbjørn Olsen, har Inger m.a. heftir seg við styrkina í málningunum:
Styrkin í litunum, tað viðkvæma í litunum og í teimum pinkalítlu skiftunum millum litir, sum málningurin betur enn nøkur onnur listagrein megnar at vísa. Megin er eisini í tí tóma rúminum, sum er at síggja tey støð, har løriftið er órørt, har rúmið knappliga gerst undarligt, uppbýtt, ambivalent, og tað er í linjuni, sum ta einu løtuna er dynamisk og tykist at liva sítt egna lív og í eini aðrari løtu er konstruktiv og byggir upp rationell skap og rúm, sigur Inger Smærup Sørensen. Niðanfyri er málnignurin, sum hon sipar til, Útsýni (2006).
Fyrireikararnir siga, at øll eru vælkomin í Steinprent fríggjadagin kl 16:00-18:00 bæði at síggja grafisku framsýningina og at heilsa uppá føðingardagsbarnið, Torbjørn Olsen, sum verður til staðar.