Teldutala
- Hetta er blivið til eina eind, segði tingmaðurin, fyrrverandi tingformaðurin og landstýrismaðurin, sum legði Útvarpið og Sjónvarpið saman fyri tíggju árum síðani. Í so máta má man siga, at ætlanin eydnaðist til fulnar. Men tó, skilnaður skal verða millum tíðindaframleiðsluna. Hon skal ikki takast við í hesa samanlegging, men fara í kapping, longst frá hvørjari aðrari. Kanska tveir nýggir fjølmiðlastovnar, útvarpstíðindredaktiónin í Norðoyggjum og sjónvarpstíðindaredaktiónin í Eysturoynni ella øvugt. Ein interessant abstraktión, at leggja saman og tó skilja sundur í tí landi, sum helst hevur fæst útbúnar journalistar í journalistastørvum og nú skulu manna tvær redaktiónir í sama karmi. Skilji hvør, ið lurta vil. Nú tingmaðurin varð so vinaligur at gera vart við, at tíggju ár fara at vera umliðin síðan hetta høpisleysa inntriv, at oyðileggja Útvarpið fyri at bjarga einum donskum og nú norskum provinssjónvarpi, sum av og á sendir Dag & Viku í nakrar minuttir og kallar tað flaggskip, fari eg at ynskja mær hetta á føðingardegnum: Meðan vit spæla Ingen Regning við Peter Belli, lata vit alt ganga aftur. At Útvarpið aftur verður Útvarpið og Sjónvarpið verður tann viðfáningur, tað var tá. Lat okkum fáa eitt ordiligt Útvarp aftur. Tað er mítt tíggjuáraynski, nú løgtingsmaðurin helt tíggjuáraføðingardag í tinginum og minti meg á tað. Einki meir. Og takk fyri áminningina.