Skip to main content

Jóhan Martin um Guggenheim í Havn


Listamaðurin Jóhan Martin Christiansen er nývaldur formaður í Felagnum Føroysk Myndlistafólk. Omanfyri er hann avmyndaður á ólavsøkuframsýningini í Listaskálanum í 2013, og niðast á sama stað í fjør. Mikukvøldið 24. februar klokkan 20 fer hann at introdusera nýggja amerikanska listafólkafilmin Peggy Guggenheim: Art Addict í Havnar Bio.


Felagið Føroysk Myndlistafólk varð stovnað í Listaskálanum í 1981, og síðan 1990 hava tey skipað fyri sensureraðari várframsýning. Nú og eitt hálvt ár fram fer Jóhan Martin at arbeiða í listamannahúsunum hjá Janusi Kamban í Klokkaragøtu í Havn, sum ein grunnur umsitur. Janus Kamban var 95 ára gamal, tá hann andaðist í 2009. Tá hevði hann skrivað í testamentið, at "vantandi arbeiðsumstøður hjá teimum ungu listamonnunum eru vanlig fyribrigdi. Fyri at lætta um henda tørv er tað ynski mítt, at húsið í Klokkaragøtu 42, ið stendur eftir meg, verður latið listamonnum at arbeiða í."

Um filmin sigur ummælarin Nanna Frank Rasmussen í danska JyllandsPosten millum annað soleiðis: "Peggy Guggenheim var en usædvanlig kvinde i sin tid. Det formidles med overskud i denne stærkt anbefalelsesværdige dokumentarfilm, der både er et portræt af et ekstraordinært menneske, en introduktion til det 20. århundredes vigtigste kunst og et kulturhistorisk dokument."

Atgongumerkjasølan til filmssýningina er byrjað við skivuna í Havnar Bio og á netinum her.

Væl møtt til ein spennandi listafólkafilm í felag!