Meðan Frakland í tali er fremsta evropeiska filmsland og Russland næstfremsta, er Póllandi millum tey mest áhugaverdu filmslondini í Evropa. Í fjør byrjaði endurvakta Filmsfelagið í Havn við lítla svart-hvíta pólska filminum Ida. Filmurin vann Oscarvirðisløn sum besti filmur, ið ikki var gjørdur í USA, og eina langa røð av virðislønum, millum annað allar tær fremstu evropeisku filmsvirðislønirnar.
Ida er um eina unga gentu, sum vil verða nunna í einu pólskum kleystri í 1962. Afturvið stilla svart-hvíta filminum eru vit á jazzkafé og møta eini lættlivandi tilkomnari kvinnu, sum er einasta familiéra samband hjá Idu uttanfyri kleysturmúrarnar, ikki minst aftureftir til upphav hennara.
Seinastu árini eru leiðandi fyrisitingarlig størv í Póland broytt, so fremstu stjórar í landinum nú eru politiskt settir. Hetta er eisini galdandi fyri almenna pólska kringvarpið, TVP, sum eins og katólska kirkjan hevur fastatøkur á fólkinum. Danska sending Dagen á DR2 sigur í samrøðu við ein pólskan journalist í morgun, at 90% av pólska fólkinum brúkar TVP til gerandis.
25. februar í ár vísti almenna pólska sjónvarpið, TVP, filmin um ungu pólsku nunnuna Idu. Innan sjónvarpsýningina varð í 12 minuttir greitt frá um filmin, og hvussu jødar høvdu fíggjað og ávirkað innihaldið og sjálva filmsgerðina, so Póllandi stóð eftir sum eitt jødahatandi fólk, ið hevði framt brotsgerðir móti mannaættini undir krígnum og í søguni yvirhøvur. Hetta varð púra avvíst og djúpur sjógvur var lagdur millum almannamiðilin og virðislønta filmin, sum síðani varð sýndur.
Hetta fekk pólsku og evropeisku samskipanina av filmsleikstjórum at mótmæla og siga, at upplýsingarnir vóru villeiðandi illgitingar um filmin og reinging av søguni:
"While the Board of the European Film Academy defends the plurality of opinions about films, and the right for open discussions about them, it cannot accept the manipulation of such a discussion by a one-sided judgement preceding its screening."
Uttan iva er Póllandi tað land í heiminum, ið oftast hevur flutt mark og fólk, sum avleiðing av kríggi. Onkuntíð hevur landið verið púra burtur og uppslúkt av stríðandi grannum.
Júst hesi viðurskifti verða havd á lofti í hesum undirvísingaruppleggi hjá Námi á skúlaportalinum Snar, har arbeiðsheitið er Sum lús millum tvær negl.
Mótmælið hjá pólsku filmsleikstjórunum hevur fingið aðrar leikstjórafelagsskapir at rakna við. Ógrundaða og ikki sørt harðrenda pólska sensurmálið er í dag tikið upp í flestu norðurlendsku miðlum.
Sjálvur haldi eg, at hetta er bara byrjanin til ein totaliteran stat við eini sterkari katólskari kirkju og einum ótamdum vilja at hava eftirlit við landsins sterkastu stovnum, ið skapa fólkameiningina.
Pólandi er ikki longur eitt frítt land mitt í Evropa.