Teldutala
Í dag legði nýggi ritstjórin, Dorit Hansen, fram bind nummar 83 av Varðanum. Samstundis fortaldi hon væl uppløgd, at í dag vóru tjúgu ár síðan hon átti elsta sonin, Magni, og hon mintist, at jarðarmóðirin tá segði: "Rópa minni, pressa meir!"
Framløgan var í Listasavninum, har Várframsyningin letur upp í ovurmorgin við 18 listafólkum. Í almennu innbjóðingini siga útgevararnir, at Varðin hevur 95 ár á baki, og hevur havt nógvar ritstjórar, sum hvør á sín hátt hava ment ritið. Dorit segði, at eingin lagar Varðan einsamøll og hugleiddi um, hvussu Varðin mundi fara at síggja út í 2022.
Í nýggja Varðanum, sum telur 202 blaðsíður, eru stuttsøgur, yrkingar, greinar, ummæli, eitt úrval av list og ein rithøvundasamrøða við Marjuna Syderbø Kjelnæs, ið hevur skrivað nýggja skaldsøgu, sum kemur út í summar. Í samrøðuni, ið tó ikki er um skaldsøguna, sigur Marjun sína hjartans meining um Carli, sum hon á nevndarfundi í Rithøvundafelagnum um aldarskiftið ætlaði at geva avføringsevni, tá hann fekk sær te. Nú brúkar hon Carli sum ritstjóra.
- Tað er gott at fáa mótspæl, men eg vil heldur hava tað áðrenn útgávu enn aftaná, sigur Marjun við Dorit í samrøðuni.
Eri sannførdur um, at ein barndómur í brøðrasamkomuni fer at síggjast aftur í summarskaldsøguni, men eitt hevndarskriv verður tað ikki, forvissar Marjun borgarliga Varðalesaran um.
Hetta er ein livand skynsom og vælkomponeraða samrøða, sum mettar forvitna lesaran. Fáar tílíkar samrøður eru í bløðunum, sum eru sjáldsama misjøvn og flákra til allar síður.
Rithøvundasamrøðan er eitt kærkomið nýbrot í Varðanum, hóast eg í hesum føri sakni enn fleiri fotomyndir, og eitt ráari og minni siðbundið heildarsnið, serliga tá hugsað verður um lovandi várpermuna.
Framløgudagin í Listaskálanum hoyrdu vit Sólruna Michelsen lesa fyrsta tekstin í nýggja Varðanum, sum er yrkingin Nú lýkkan legði mjørkatám um landið. Hanus Kamban las eitt stuttligt brot um rættlestur og komma úr stuttsøguni Tað bláa ríkið, og at enda bar Vónbjørt Vang fram eina av trimum yrkingum, sum hon hevur fingið við í nýggja Varðan.
Fremst í Varðanum og á bakpermuni eru handilsligar lýsingar, sum annan vegin stuðla útgavuni, so hon fíggjarliga hongur saman, men hinvegin sleppa fyritøkur at branda seg við at vísa andlit í mentanarligum nútíðarhøpi á pappíri og sum frálíðir kanska eisini talgilt. Umframt vanligu lýsingarnar í einum tílíkum mentanarriti, frøist eg um eina heilsíðulýsing frá JFK í Klaksvík.
Stórar, søguríkar og pengasterkar fyritøkur eru mest sum ósjónligar á mentanarpallinum, serliga tær størstu. Vildi ynskt, at mentanarsýnið hjá hesum gamalmansligu fyritøkum broyttist munandi, so tær komu longur út í samfelagið enn eina staðfestandi ársfráðreiðing og eitt repeterandi nevndarval við tannleysum pliktíðindum í Útvarpinum. At byggja brúgv millum útinnandi mentan og avrikað vinnulív - fyri ikki um at tala list - er í dag eitt størri og fjarari prosjekt enn nakrantíð. Spell, at marknaðardeildir hjá stórfyritøkum eru so lítið hugaðar at lesa seg sjálvar inn í heimliga mentanarlandslagið, so tað sæst aftur aðrastaðni enn í fótnotum og mikroskopiskum rullutekstum.
Her sæst fráfarandi ritstjóri, Agnar Artúvertin, formaður í Varðanum, Zakarias Wang, og Oddfríður M. Rasmussen, ritstjóri á hinum mentanarritinum, Vensil.
Og so vóru stundir at ýla oman í Havnar Bio, har forkvinnan í mentanarnevdini, Hanna Jensen, sum er franskur konsul og eigur seinasta tekstin í nýggja Varðanum, í kvøld fer at innleiða franska filmin Dheepan, ið vann Gullpálman í Cannes í fjør. Havi hoyrt fyri vist, at ein treylarin til Balada hjá Anton Petersen eisini verður sýndur í kvøld.
Í annaðkvøld hevur Grindin, sum er mentanarsendingin í Kringvarpinum, prát við nýggja ritstjóran um uppgávuna hjá Varðanum á føroyska mentapallinum.
Útgevararnir siga, at tveir Varðar koma hvørt árið. Mentanarritið fæst tó ikki til keyps í handlunum, men verður sent til limir felagsins, sum kunnu tekna seg á heimasíðuni, ella við at senda teldupost.
Undir Dorit'sa kønu ritstjórnarhond hevur ein góður og tíðarrættur Varði sæð dagsins ljós. Til lukku!