Skip to main content

Servering við søgu


Teldutala

Seinasta servering eftir gastronomiska várkalendaranum heima í Havn var í Áarstovu fríggjakvøldið. Matstovuleiðarin John Mikkelsen og høvuðskokkurin Jóhan Joensen skipaðu fyri eini sannari veitslu við lambi sum altjóða høvuðstema. Matstovan var fullsett. Við næsta borð sita italsku Paola og Anna, sum eru komnar úr París í dag og hava verið undir Vestmannabjørgunum við Palla Lamhauge.


Fyrsta, tær spyrja um er, hvat hatta gjøgnumskygda er, sum hongur uppblást undir loftinum í trappuni mitt í matstovuni.


Eftir frágreiðingina kemur ein svalligur fordrykkur við gin og tonic inn á borðið. Smakkurin er markantur við rosmarin og einum dismi av pipari omaná.


Forrætturin er tríggir brellbitar við heimagjørdum lamb jerky, sum sæst niðanfyri, royktari kjøtpylsu frá Krási og súltaðari rót úr Dímun. Afturvið er eitt glas av Okkara Kelling, sum er ein sterk hveitiøl, ið er ljós og løtt við søtum fruktanga, kanska banan.


Altjóða dámurin yvir heimliga lambinum er aftur sannførandi í aðru servering. Tað eru bitar av lambsryggi tilgjørdir í pasta, afturvið italskum Barolo reyðvíni. So væl komponerað, at hetta er sum eitt tónleikastykki á Markustorginum. Klassiskt, altjóðað og tó so fjálgt og heimligt við Eystaru vág.


Triði borðiskur er bitar av føroyskum mjóryggi í danskari frikassé við einum heimagangandi jomfrúhummara omaná. Afturvið kemur hin søta og dimmleidda Oloroso úr Spania. Ein veitsla fyri góman.


So kemur høvuðskokkurin í Áarstovu, Jóhan Joensen, við høvuðsrættinum, ið er lambshálsur við risotto. Vínið afturvið høvuðsrættinum er franskt frá Côtes du Rhône. Vert er eisini at gáa um, at ein leskilig, litføgur og nýpressað juice-menu fæst eisini afturvið øllum rættunum. So tað er ikki at aftra seg, um ein skal koyra heim í bili. Tá er Áarstovujuice rætta valið.

Omaná lambsskrána fáa vit urtaís, ið er reyður av rabarbum, og grønur av søtum urtakervili, sum er tikin ovast á Skálatrøð. Afturvið verður skonkt søtt muscat dessertvín, sum aftur er úr Côtes du Rhône. Lok verður lagt á við nýbryggjaðum kaffi og einum gyltum calvados við fruktmiklum smakki av blommu og einum ferili av heslinøt.


Samtakið Gist & Vist hevur ikki færri enn 17 kokkalærlingar í løtuni. Tí er Áarstova víðkað við rúmligu Fútastovu í grannahúsinum, sum John Mikkelsen vísir okkum inn í.


Eiler Fagraklett hevur sniðgivið, valt innbúgv og veggjaprýði saman við sínum skapandi samstarvsfelaga, Amy Johannesen. Hann hevur eisini skrivað ein bókling á føroyskum og enskum um Fútastovu, sum við vissu er 340 ára gomul.


Aftanfyri brenniovnin síggjast teir eyðkendu delftbláu veggjaflísarnir, sum helst eru komnir úr Amsterdam í 17. øld, tá serliga nógvar hosur vórðu seldar til niðurlendingar. Somu bláu flísar, sum John vísur fram, síggjast í grannahúsunum, Nýggjustovu, har matstovan Ræst letur upp fyrsta dagin.


Í trappugongdini frá stóru matstovuni til hina minnu Ósastovu í Fútastovu, hevur sniðgevin Eiler roynt seg við eini alternativari klokku til vinstru, og øðrum lutum á vegginum beint fyri.


Í næsta rúmi, Ósastovu, hava vertirnir í kvøld, Jensina Bolstad og Jóhan Mortensen, sett seg við innasta hornaborðið.


Gólvbrettini geva seg, og tú kennir teg í pakt við søguna og umvørvið við vágna í Havn, tá tú stígur á hetta gólv. Skuldi tú ivast, so sigur ljóðið tær søguna. At traðka á hetta gólv er dyggasta søgulæra eg minnist meg hava upplivað. Og er tað ikki nóg mikið, so er at hyggja út. Hinumegin parkeringsbásarnar og gula skrellikonteynaran, eru tey - skipini og húsini. Hetta man vera besta rúm í landinum.

Í durinum minnir gastronomiski kalendarin meg á, at fríggjakvøldið 19. august verður aftur borðreitt við nýflettum summarlambi í Áarstovu. Gleði meg longu!

Manga takk fyri eina altjóða servering við heimligum søgum og hugna!