Skip to main content

Balada er besti filmur


Í Klummuni í Sosialinum hesa vikuna skrivar Høgni Djurhuus, at filmurin Balada hjá Anton Petersen er besti føroyski filmur, og tann fyrsti, sum vit kunnu samanbera við altjóða filmslist.

Filmurin er gjørdur á bosniskum máli á Film Factory í Sarajevo hjá Béla Tarr fyri tveimum árum síðani.

Til sýningina hjá Filmsfelagnum var føroyskur undirtekstur settur á filmin. Sum Høgni sigur, so kundi undirteksturin verið gjørdur á einum smidligari máli. Kanska er tað tí, at vit eru so fullkomuliga óvon við at síggja føroyskan tekst á mentanarligum fyribrigdum, í hvussu er teimum, sum ganga altjóða vegir.

Málið fylgir ikki við, kanska er eingin áhugi fyri tí í hesum filmiska høpi.

Men eftir stendur, sum Høgni sigur, ein sjáldsama góður filmur, sum fær teg at hugsa um filmslist og filmisk frásøgusnildi uttan ta skakandi stóru framleiðsluætlanina. 80.000 krónur hevði filmur kostað í krónum, varð upplýst. Tá munnu nógvar rokningar vera ógoldnar og filmurin avrikaður con amore.

Takk fyri tað, Anton og Rógvi - og Høgni fyri hetta off beat ummæli í skapi av eini klummu, nú eingin ummælari, sum annars siga seg vera alfa og omega í mentanarframleiðslu, møtti. Góða eydnu við komandi filminum, Anton og tit!