Í dag verður ein av fremstu og virknastu listamálarum, Zacharias Heinesen, 80 ár. Í 2007 fekk hann Mentanarvirðisløn landsins og í fjør gjørdi hann gávuprent til limir í Steinbrá, sum er stuðulsfelag hjá Steinprenti.
Ingi Rasmussen sigur í Dimmalætting í dag, at "Zacharias Heinesen er tann mest kopieraði føroyski listamaður yvirhøvur...Hansara litføgru brotamyndir, ofta við einari samanrenning millum føroyska náttúru og nútímans myndlist, eru so eyðkendar, at tær hava givið øðrum íblástur, men Zacharias sjálvur hevur ta ektaðu vøruna. Hóast hann er komin upp í árini, so leitar hann áhaldandi og gevur listini nýggj brigdi."
Hansara virkni sæst skjótt aftur, tá eg blaðið gjøgnum henda tíggju ára gamla bloggin. Ofta hevur unst mær at avmynda Zacharias á framsýningum ymsa staðni í Havn og eisini í gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Á hesi síðu eru fýra dømi.
Fulla navnið er Zacharias Karl Ulrik Heinesen og hann er sonur William og Lisu Heinesen. Hann er útbúgvin á Myndlistaskólinn í Reykjavík í 1958 og á Kunstakademinum í Keypmannahavn í 1963. Hin føroyska Wikipedia leggur turrisliga afturat: Síðan hevur hann búð í Havn. Og takk fyri tað. Her er hann sjónligur, støðugt við óvæntaðum virksemi.
Kinna Poulsen skrivar á Listaportalinum, at "hansara myndevni taka støði í útsýninum har sum hann nú einaferð er, og tí vit eru so mikið heppin, at hann meginpartin av síni livitíð hevur búð uppi á Varða, ja og tí er hansara útsýnið føroyskt. Í einum listaskúlaleysum landi sum okkara hevur Zacharias Heinesen megnað at mynda skúla ella ein ávísan stíl, sum fólk í heilum royna at nærkast."
Til lukku við 80 ára degnum, Zacharias!