Nú fyllir ein harri og tó ikki trýss,
sum hvönn geograf fær heilt upp í spíss
sum Q vil og C,
og minst tvey W
og Atlazið dansqt og sproqligt betízz.
Takk fyri føðingardagsheilsanir øll somul, eingin nevndur eingin gloymdur, men allar heilsanir lisnar, eisini tann, sum er omanfyri.
Stuttligt at fylla á Facebook, eisini í ivaveðri. Tað skal eg ráða øllum til!
Her er atlasið aftur avmyndað úr arbeiðsglugganum í dag, tað er so vist og satt. Blátt atlas á gulum bilum og prúðu kúpurnar á Artic Lady, sum fáa nólsoyingar og havnarfólk at síggja reytt, meðan svarta heimalambið undrast yvir tann mikla gróður, sum bráddliga tók við.