Skip to main content

Fótbóltsfepur í útnorðri


Ísland hevur vunnið á Onglandi í fótbólti og sent teir úr evropeisku fótbóltskappingini. Bretsk bløð skriva um landaskomm, venjarin sigur seg frá og donsk bløð, sum vit altíð lesa fyri at skilja verðina, fáa aftur høvið at rópa um en hel nation med hvalfangere. Í øllum londum liggur latenta übermensch orðavalið beint fyri tá fótbóltsfepurin herjar.

Tað er í fótbólti, at vit hóma ytstu mørkini.

Fótbóltsfepurin hevur eisini rakt bretska parlamentslimin Nigel Ferage, sum í Brússel í morgun fornermaði alt parlamentið, tá hann fyri opnari mikrofon segði, at bróðurparturin av parlamentinum ikki hevur gjørt Dáva nyttu í lívinum.

Tað sum ómentaði bretski parlamentslimurin fegnast um er, at bretska fólkið hevur atkvøtt alt landið út úr Evropeiska Samveldinum. Okkara næsti granni fyri sunnan.

Landstýrismaðurin Høgni Hoydal hugleiddi um hetta í Degi & Viku, og sá ymsar føroyskar møgleikar, alt eftir hvussu leikur fer í Bretland, Skotlandi og ES.

Íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, ið fer frá um ein mánað, sær fyri sær eitt nýtt samstarv í Norðuratlantshavi, á sama hátt sum hugsjónarligir føroyskir politakarar tosaðu um fyri 30-40 árum síðan.

- Tað er greitt, at her í Norðuratlantshavi verður ein tríkantur av londum, ið øll eru uttanfyri Evropeiska Samveldið: Grønland, Ísland, Bretland, Føroyar og Noreg. Við hesum nýggja tríkantinum av londum í Norðuratlantshavi fara Ísland og Noreg at fáa ein øðrvísi og nýggjan leiklut við samráðingarborðið, sigur íslendski forsetin, ið hevur hugsjónarligt dirvi at kalla umráðið eitt lyklaøki fyri norðan, sum er uttan fyri ávirkanina hjá ES.

Í tíðindunum í dag frættu vit, at nú hevur aftur verið ein danskur tíðindafundur um hernaðarliga týdningin av arktiska økinum í ríkinum. Eingin føroyskur politikari var við til framløguna. Tað er sum við føroyska loftrúminum og føroyska havbotninum. Har er eingin føroyskur politiskur áhugi til staðar, hóast tað er almenn vitan, at russiskir kavbátar hava verið á hvørjum firði og skrásett allar okkara samskiftiskaðalar. Og sivila loftrúmið verður umsitið, ja kanska av einum fepurraktum hvalastingara í Íslandi, fyri at brúka orðalagið hjá donsku pressuni. Har er í hvussu er eingin føroyingur, sum enn hevur ta uppgávuna.

Kanska skal meiri fótbóltur til, skulu vit síggja klárt í Norðuratlantshavi. Fótbóltsfepur. Hann tykist verða naggatódnsloysandi, fótbóltsfepurin.