Filmsdagar í Felag í september: Árið er 1204 og fyrsti setningur í hesum altjóða treylara er: "Birkibeinar! Pápi mín, Sverri kongur, talaði Róma beint ímóti!" Og so er uppreistur í Noregi. Tað er sámiski leikstjórin Nils Gaup úr Kautokeino, ið dámdi best søgu, tá hann gekk í skúla, sum nú hevur gjørt action filmin Birkebeinerne.
Nils Gaup, sum vil samantvinna undirhald og søgu, vitjaði Filmsfelagið í 1989, tá hann vísti Oscartilnevnda filmin Veiviseren í Norðurlandahúsinum. Tá var norðurlendsk filmstevna við 130 kendum altjóða gestum umframt allar teir føroysku áskoðararnar. Omanfyri heldur Nils Gaup fyrsta ummælið av nýggja filminum, Birkebeinerne.
Jeg må nesten sitere Johan Turi, som sa at vi samer trives ikke i mørke rom. Det er først når vi står på vidda at tankene begynner å fly fritt. Jeg trives veldig godt i åpent landskap over viddene.
Birkebeinerne verður sýndur í Havnar Bio í september, tá Filmsdagar í Felag verða hildir á øðrum sinni. Tá fer Norrøna Felagið at introdusera henda serliga filmin, sum við Sverra kongi eisini hevur eitt birkibein í okkara søguverð. Altjóða heiti er The Last King. Filmurin verður sýndur við donskum undirteksti og við heitinum Den sidste konge. Filmurin verður í Noregi sýndur við 12 ára aldursmarki.