Skip to main content

Kris í Kirkjubø


Í kvøld tók eg í hondina á 80 ára gamla Kris Kristofferson. Tá er tað, sum um tíðin stendur still. Allir sangirnir, allar pláturnar og øll tíðarrákini. Partly true, partly fiction. Einaferð segði Bob Dylan, at tá Kris kom til Nashville broyttist alt. "Ja, faktist vóru tað hansara orð", segði Kris og hugdi niður við døgurðaborðið í Roykstovuni í Kirkjubø í kvøld. Flóvur. Og so flenti hann so hjartaliga.


Mikukvøldið hava hann, dótturin Kelly og maður hennara, Andrew, konsert í Reinsarínum, og hóskvøldið í Norðurlandahúsinum. Báðar konsertirnar vórðu útseldar umgangandi. Kanska verður ein eykakonsert í Reinsarínum, sigur Tummas Justinussen, sum kennir Kris og familjuna, og hevur skipað fyri, júst sum hann gjørdi í Ítróttarhøllini fyri níggju árum síðani. Ein hin besta konsertin eg havi hoyrt. Dótturin Kelly, 24, stendur mitt fyri.


Saman við konuni, Lisu Meyers, dóttrini Kelly, og manninum Andrew, ið er sonur Sammy Hagar, og soninum Blake, hevði Kris Kristofferson verið undir Hestoynni og í Lokloysi á Sandoynni við skjóttgangandi bátinum hjá NAX við Eyðuni Berg sum skipara. Ein ógvuliga hugtakandi túrur, serliga gjøgnum tær trongu gongirnar, har tú kanst nema við veggirnar, søgdu Kelly og Kris.


Í gjárkvøldið komu tey úr Hawaii, har tey búgva á oynni Maui. Men tey hava eisini hús í Malibu í California, har tíðarritið Rolling Stone tosaði við Kris og Lisu um at eldast, um vinfólk sum Muhammad Ali og Merle Haggard, ið fella frá, og um at missa stuttíðarminnið, tá Kris fylti 80 ár í juni í ár. Tey eru á konsertferð, og eftir steðgin í Føroyum, skal Kris syngja í Noregi, Danmark og Svøríki. Eg tók norsku fløguna Kris på norsk (Kirkelig Kulturverksted 1999) við og fekk hann at signera í Roykstovuni.


So  vórðu stundir at fara í kirkju undir kønari leiðslu av Jóannesi Patursson. Seinni borðreiddu hann, konan Guðrið og mamman Sólvá við laksi, neytakjøti og rabarbum í søguligu Roykstovuni. Kris Kristofferson, sum mitt í 60'unum broytti musikkmaskinuna í Nashville til at verða ein orðavirðiligan verkstað, hugnaði sær óført.