Her eru Jóhanna og mamman, Ingun, við hvítum Reyða Kross bússum í túninum í Tórsbyrgi í dag. Eins og í fjør fingu tær eitt oyra til innsavningina. Er eingin inni, so leggja tær eitt kort í postkassan, har upplýst verður, hvussu ein kann stuðla á netinum, ella við at flyta eina upphædd gjøgnum banka.
Í fjør vóru Jóhanna og Durita, sum tá vóru 10 og 11 ár, á hurðini í somu ørindum.
Í 2012 eydnaðist mær at fáa eina mynd av Kára Mikkelsen, sum tá gekk við reyðu bússuni og fekk eitt oyra til landsinnsavningina hjá Reyða Krossi, sum tá var.
Reyði Krossur er heimsins størsti hjálparfelagsskapur. Reyði Krossur í Føroyum varð stovnaður 2. apríl í 1926. Felagsskapurin byggir á sjey aðalreglur, ið eru felags fyri øll Reyða Kross feløg í heiminum. Tær eru:
At vera menniskjanslig: Reyði Krossur, ið tók seg upp av einum ynski um at veita ópartíska hjálp til særd á vígvølli, roynir tjóðskaparliga og altjóða at forða fyri og linna menniskjansliga líðing, hvagar hon enn er. Endamálið hjá Reyða Krossi er at verja lív og heilsu, tryggja virðingina fyri menniskjanum, umframt at fremja sínámillum semju, vinalag, samstarv og varandi frið millum øll fólkasløg.
At vera ópartísk: Reyði Krossur veitir hjálp uttan fyrilit fyri tjóðskapi, rasu, trúgv, sannføring, klassa ella politiskar hugburðir. Reyði Krossur strembar eftir at milda líðingar hjá menniskjum og virkar bert út frá teirra tørvi og hjálpir teim fyrst, ið eru í størstu neyð.
At vera uttanveltað: Fyri í heilum at hava álitið hjá øllum, má Reyði Krossur ikki fara í parti í fíggindaskapum ella nakrantíð vera uppi í ósemjum av politiskum, rasuligum, trúarligum ella ideologiskum slagi.
At vera óheft: Reyði Krossur er óheftur. Tey tjóðskaparligu Reyða Kross feløgini skulu hjálpa teirra stjórnum í tí humanitera hjálpararbeiðinum og halda lóggávurnar í einstøku londunum, men tey mugu altíð varðveita teirra sjálvstýri, so tey altíð kunnu virka út frá aðalreglunum hjá Reyða Krossi.
At vera sjálvboðin: Reyði Krossur er ein sjálvboðin hjálparfelagsskapur, ið ikki á nakran hátt er eggjaður av peningaligum fyrimuni.
At vera ein eind: Bert eitt Reyða Kross felag kann vera í hvørjum landi sær. Felagið skal vera opið fyri øllum og skal kunna inna sítt humanitera arbeiði kring alt landið.
At vera algildug: Reyði Krossur er ein heimsumfatandi rørsla, har tey tjóðskaparligu Reyða Kross feløgini hava somu støðu og saman hava ábyrgd og skyldu til at hjálpa hvør øðrum.