Skip to main content

Upp í leypin av bókum...


Nú  fáa allir skúlar ein lista við undirvísingartilfari úr Námi, so lætt er at bestilla. Árni Jacobsen hevur gjørt snøgga listan, sum eg slapp at fotografera forsíðu og baksíðu til. Eitt hugskot, sum stakk seg upp, var at koyra eitt úrval av nýggjastu bókunum í ein leyp, sum varð tømdur á baksíðuni.


Men hvar finna vit ein leyp? Og helst ein, ið andar av søgu og sliti. Sjálvt á mest mentaðu plássum funnu vit ikki ein einasta leyp. Innan vit sleptu hugskotinum um leypin sum førning av føroyskari mentan beint inn í nútíðarskúlan, spurdi eg Ole Wich. Jú, hann var hollur í ráðum og vísti mær tríggjar slitmannaleypar úr gomlu Havnini at velja ímillum.


Eg  valdi hendan slitna og talandi leypin, sum sæst á myndunum omanfyri og niðanfyri. Location, myndastað, langt burturi á heiði, funnu vit mitt í Havn. Við bilum og bygningum avdúka tvær av myndunum, hvar vit eru.