Skip to main content

Føroyskt sum forðing


Einaferð fyri mongum árum síðani hevði Norrøna Felagið fund í Norðurlandahúsinum um málsligu nýtsluna í miðlunum. Tað var um ta tíðina, tá húsið enn var nýtt og fólk vóru nýfikin. Ja, so langt síðan er tað, at Ebba Hentze tók orðið og bað um pennin. Á ein flip over, sum var fremsta tøknin, skrivaði hon við reyðum spritmarker um fólkatalið í Dalið, sum støðugt lækkaði.

Og plantaða eddið riggaði.

Akkurát sum ætlað, avsporaði hesin óhoyriligi bókstavur alla ta mentaðu forsamlingina. Um enn grá, vóru tey ikki fá.

Øll upp at góla um ringa standin í føroysku pressuni at stava. Eingin, ikki ein, gav álvarsliga demografiska innihaldinum gætur.

Hesa álvarsligu skemtisøgu komi eg í tankar um í kvøld, nú heimsins størsti føroyski Facebookbólkur, Føroysk rættstaving, aftur ger somu søgu. Í dag eru 10.924 limir í bólkinum.

Nýggjasta evni í bólkinum er Suðuroy, har eingin vinnarahugburður er. Tað sigur fyrrverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard í samrøðu við Sosialin. Hóast Smyril siglir í pendulfarti og undursjóvartunnil verður gjørdur, so bjargar tað ikki Suðuroynni.

Hóast hesa kláru dómadagstalu frá einum innføddum, ið veit, hvat hann tosar um, so hefta øll seg við orðdeilingina á forsíðuni á Sosialinum. Ikki eitt orð um álvarsligu tíðindini.

Tað sannførir meg aftur um, at føroyskt er ikki eitt samskiftismál. Tað er ein rættstavingarkapping. Innihald kunnu vit leggja í onnur mál í skúlanum, miðlunum og almenna rúminum annars. Bara føroyskt er rætt og ósmittað, so er gott.