Hetta er ein treylari hjá Skipafelagnum, sum nú eitur Faroe Ship og stuðlar Sprotanum. Eins og feløg og vinnulív, so broytist eisini málið og teir møguleikar, sum eru at vinkla og velja røttu orðini til gerandisbrúk. Fyrr kundu vit googla. Tað kunnu vit enn, og eisini leita á hini føroysku Wikipedia. Men nú hava vit fingið ein so sterkan risa á heimamarknaðinum, at vit kunnu sprota. Tað er at leita frítt og opið í øllum orðabókunum hjá Sprotanum. Tá eg eri úti í stóru verð og sigi fólki, sum eg samstarvi við, frá um hetta, eru tey fyrst tortrúgvin, og tá tey skilja at hetta er veruleiki hjá øllum føroyingum á netinum í allari verðini, so øvunda tey okkum at sprota. Tey vilja eisini sprota, men sleppa ikki, tí forløg laga einføld rættindi so trupul, at eingin fær greiðu á teim, so tey í staðin forða fyri allari orðakunning. Gott, at vit ikki eru so kunningarfull, at alt fer í baklás. Annars verður Móðurmálsdagur aftur leygardagin 25. mars. Fróði Løkságarð tók myndina omanfyri á bryggjuni í Havn í morgun.