Skip to main content

Too much talking heads


Hóast Bergur Djurhuus Hansen á Føroyamálsdeildini er hin allar besti fortalari fyri bókumentum á ein sjáldsama nýggjan og reflekterandi hátt, so bøtir tað ikki um, at í løtuni eru ov nógvar talking head sendingar í sjónvarpinum. Fólk snakka, fólk nikka. Fólk smíla, fólk smíla aftur. Ikki eingang eitt búmerki sæst fyri risastóru ætlanina Nordic Matters í Grindini hóskvøldið, tíansheldur nøkur upptøka av staðnum sjálvum. Bara innandurasnakk.


Í sendingini 25 minuttir er einasti rekvesittur ein talgildur veggjafossur, sum rennur uttan íhald, meðan fólk koma inn, og onnur fara út. Bara talking heads og einki annað. Talking heads sum tosa við onnur talking heads, í løtum eisini um onnur talking heads.

Men prátið við Oddfríð í Grindini hóskvøldið var so væl gjøgnumarbeitt og serstakliga væl samansett, at í oyðimørkini gjørdist tað poetiskt sjónvarp, ein perlurøð av talandi støðuhyljum og ikki ein turrgeldur sviskusteinur úr upptøkustovuni.

Mesta pall- og karmseting av mentamiðling tykist nærkast einum gravarbakka í Kringvarpinum, sumt sjónligari enn annað, gamaní. Hvar fóru allar tær innbjóðandi pallsetingarnar? Hvar fóru øll tey meistarligu innsettu filmklipp, sum vit sóu fyri áratíggjum síðan í mentasendingum tá? Hetta er ov bíligt sjónvarp, sum vit hava í dag. Ikki minst tá framleiðandi risin stundar til tey seksti, og fær eins nógvar milliónir úr okkara egnu kollektivu lummum. Hetta er so lítið prangandi, at eg minnist meg ikki hava sæð javnt vánaligari sjónvarp enn beint nú. Men glottar eru.


Hin bartjasti var Vit eru enn til, sum er heimildarfilmur um tvær lutfalsliga ungar kvinnur, sum hava alzheimer-sjúkuna. Við briljantum filmsupptøkum hjá Rógva Rasmussen er eydnast Dagmar Joensen-Næs at koma heilt inn til tey bæði pørini, sum til gerandis dragast við sjúkuna. Ein nemandi og lýsandi ósentimental niðurferð til seinastu mynd, tá sløkt verður. Lívsjattandi í allari elendigheitini, har tað almenna einki nyttar. Her eru bara tey nærmastu at styðja seg til. Hóast hesa kørgu niðurstøðu, verður filmurin ikki eitt beiskt álop á teir vælferðarmyndugleikar, sum greitt hava svikið, og bara sannað, at sjúklingarnir eru dotnir niður ímillum. Her prógvar almannamiðilin hvør styrki er í fjórðu samfelagsmaktini, tá hon er best. Meir av tílíkum sendingum, har tøknin, førleikin at siga søgur og eginleikin at sleppa innum hjá vanligum fólki ganga hond í hond. Meir av tí - og færri talking head sendingar, takk!