Í kvøld sýnir Filmsfelagið triðu filmatisering av klassisku søguni hjá Hjalmar Söderberg frá 1912 Den alvarsamma leken. Leikstjóri er svenska Pernilla August, sum einaferð var gift við danska Bille August. Fyrru filmarnar yvir somu søgu gjørdu svenski Rune Carlsten í 1945 og norska Anja Breien í 1977. Hanus Kamban, sum hevur týtt Hjalmar Söderberg og skrivað um hann, fer at innleiða sýningina, sum er í Havnar Bio við donskum undirteksti klokkan 20 í kvøld.
Onnur av trimum góðum sýning í Filmsfelagnum er mikukvøldið 1. februar. Tá fer Oddfríður Marni Rasmussen at innleiða nýggja filmin hjá amerikanska kult-leikstjóranum Jim Jarmusch Paterson. Hetta er høvuðspersónurin í samnevnda býnum. Hann er bussførari og yrkjari. Yrkingarnar hevur Ron Padgett skrivað. Hann vitjaði á Listastevnmu Føroya, og Oddfríður hevur eisini týtt Padgett til føroyskt. Danska avísin Politiken heitir á fólk at hava eitt yrkingasavn við í biograf til filmin Paterson.
Triði av komandi filmunum í Filmsfelagnum er I, Daniel Blake, sum vann gull í Cannes í fjør. Hetta er nýggjasti filmur hjá bretska Ken Loach, sum er ein meistari at lýsa arbeiðarastættina. Høgni í Stórustovu fer at innleiða sýningina. Høgni er deildarleiðari á tænastudeildini í Arbeiðsloysisskipanini.